Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru tey nú fleiri enn 1.200 fólk í Sørvágs kommunu. Tað var 17. november 2018, tá ið Helga Guttesen í Bø fekk ein son, at Sigmund, ið drongurin eitur, gjørdist borgari nummar 1.200 í kommununi.
Hann eigur tveir eldri brøður, sum eita Gutte og Baldur.
Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Aimé Jacobsen, var fríggjadagin og ynskti familjuni tillukku við soninum og bar teimum eina heilsan frá Sørvágs kommunu.