18.000
Í Tórshavnar Kommunu búgva nú 18.000 fólk. Tað var seint hóskvøldið, at kommunan loksins kann byrja at skriva 18.000 í síni hagtøl.
Tað eru Rúna Jóannesardóttir Dalsgarð og Jakob Jónsson, sum eru foreldur at borgara nummar 18.000. Nýggjasti borgarin varð borin í heim 22. november kl. 22.30. Gentan hjá Rúnu og Jakob, sum enn ikki hevur fingið nakað navn, var 53 cm. long og vigaði 4.200 g.
Føðingin gekk av besta slag, og Jakob var eisini við, tá ið dóttir hansara kom í verðina saman við nýggju ommuni. Foreldrini bæði vóru kunnaði um, at hetta væl kundi fara at gerast borgari nummar 18.000, tá ið Býráðið heldur eitt vakið eyga við tølunum yvir borgararnar í kommununi.
Í sambandi við, at hesin heilt serligi borgarin varð borin í heim á Landssjúkrahúsinum, varð eisini skipað fyri samkomu, har foreldrini fingu blómur frá Tórshavnar Býráð. Jan Christiansen, borgarstjóri, hevði eisini eina líttla bronsumynd av einum nýføðingi, sum Hans Pauli Olsen hevur gjørt, til foreldrini og borgara nummar 18.000.
Í skrivandi stund eru tað 486 børn, ið eru borin í heim á Landssjúkrahúsinum í ár, og Jan Christiansen greiddi frá, at teir væntaðu, talið fór upp um 18.000 einaferð í summar, men fleiri fluttu av landinum, so bíðast skuldi til november mánað, áðrenn nummar 18.000 slap at síggja heimin.
Foreldrini kunnu nú gleðast yvir teirra nýggja fong, sum skal húsast millum hinar 17.999 borgararnar í Tórshavnar Kommunu.
Sosialurin ynskir foreldrunum og øðrum til lukku við barninum og alt tað besta í framtíðini.