Borgarin hevur sjálvsavgerðarrætt

Ein av málsetningunum í avrikssáttmálanum millum Almannaverkið og Almannamálaráðið er, at borgarin skal fáa størri ávirkan.

Almannaverkið og Almannamálaráðið hava undirskrivað mál og avrikssáttmála fyri 2015. Endamálið við avrikssáttmálanum er at:

  • veita borgarunum best møguliga tænastu
  • gagnnýta tilfeingið á stovninum á bestan hátt sambært endamálinum
  •  tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir

Almannaverkið umsitur 1,4 milliardir krónur av løgtingslógini fyri 2015, harav 1 milliard eru lógarbundin játtan, 311 milliónir krónur eru rakstrarjáttan, og 3,8 milliónir krónur eru stuðulsjáttan.

Hvørja viku ringja millum 1000 og 1500 fólk til Almannaverkið, samstundis sum Almannaverkið móttekur millum 500 skriv um vikuna. Almannaverkið rindar 15.000 veitingir áljóðandi millum 80 og 90 milliónir krónur, millum annað í pensjónum, forsorgum og dagpeningi.

Fyri at tryggja at sáttmálin í nóg stóran mun fevnir um alt virksemið hjá Almannaverkinum, verður fyri tey ymisku málini tikið útgangsstøði í høvuðsuppgávunum. Tað verður tí ásett mál fyri hvørja av høvuðsuppgávunum hjá stovninum:

  • Sosialráðgeving: Strategiskur málsetningur í 2015: Tað skal vera einfalt fyri borgaran – Almannaverkið ber kompleksitetin. Málið: Tann góða tilgongdin verður sett í verk

  • Menningartænastur: Strategiskur málsetningur í 2015: Borgarin skal í størst møguligan mun klára seg sjálvan. Málið: At kunna veita betur og effektivari tænastu til borgarar, sum hava tørv á hjálpitólum og endurvenjing

  • Trivnaðartænastur: Strategiskur málsetningur í 2015: At borgarin hevur sjálvsavgerðarrætt. Málið: Allar eindir, uttan eind 9 og 10, skulu skipa borgara-/ avvarðandiráð í 2015. Endamálið er at geva borgarunum størri ávirkan.

  • Fíggjarliga veitingar: Strategiskur málsetningur í 2015: Skynsom umsiting av fíggjarligum veitingum. Málið: Allar viðgerðir og veitingar verða avgreiddar elektroniskt gjøgnum Heildarskipanina.

Almannaverkið letur Almannamálaráðnum skrivliga frágreiðing um avrikini í seinasta lagi 1. mars 2016.