Borgarligi sigurin minni enn væntað

Stjórnarsamgongan vann franska tjóðartingsvalið í gjár, men sigurin bleiv ikki so stórur sum væntað. Tann borgarliga stjórnarsamgongan vann sum væntað seinna umfar av franska tjóðartingsvalinum í gjár. Samgongan fekk avgjørdan meiriluta, men kortini var sigurin ikki so stórur sum væntað.

UMP-flokkurin hjá Nicolas Sarkozy, forseta fekk als ikki tað úrslitið, sum tey flestu høvdu væntað. Tvørturímóti hevði flokkurin afturgongd og misti 33 umboð í tjóðartinginum. Nýggi miðflokkurin, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð, fekk 22 umboð.

Valið í gjár royndist væl hjá fronsku sosialistunum, sum heldur óvæntað høvdu stóra framgongd. Flokkurin fekk 205 tinglimir, og tað eru 64 fleiri, enn hann hevði.