Borgarligu í Svøríki fáa ikki skipað stjórn

Eftir samrøður við hinar flokkarnar í Svøríki eru Moderaterna givnir við royndunum at skipa nýggja stjórn

Formaðurin í borgarliga flokkunum Moderaterna, Ulf Kristersson, boðaði á tíðindafundi í morgun frá, at hann gevst við royndunum at skipa nýggja stjórn í Svøríki. (Mynd: Stina Stjernkvist/TT/Ritzau Scanpix)

Borgarliga forsætisráðharraevnið í Svøríki, formaðurin í Moderaterna, Ulf Kristersson, er givin við royndunum at skipa nýggja stjórn. Tað upplýsti hann á tíðindafundi í morgun.

Hann hevur seinastu dagarnar havt samrøður við ymsar flokkar í svenska tjóðartinginum, Ríkisdegnum. Hesar samrøður hava givið honum ta fatan, at tað er ein meiriluti í Ríkisdegnum ímóti eini stjón við honum á odda.

– Parlemtarisku fortreytirnar fyri at skipa eina borgarliga stjórn eru ikki til staðar, segði hann á tíðindafundinum.

– Eg havi sagt tingformanninum, at tað eru ikki fortreytir fyri at halda fram, tá tað eru 175 tingfólk ímóti.

Tað er tingformaðurin, sum stendur á odda fyri samráðingum um at skipa nýggja stjórn. Tað er í tí hann, ið ger av, hvat skal henda nú.

/ritzau/