Kim Durhuus í Hósvík, ið síðani seinasta kommunuval hevur veirð borgarstjóri í Sunda kommunu, hevur játtað at stilla upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin. Tað er greitt, eftir at Norðstreymoyar Javnaðarfelag í gjárkvøldið hevði uppstillingarfund.
Tað eru stórar avbjóðingar í kommunalpolitikki, men skalt tú hava ávirkan á veruligan politikk, so er Løgtingið rætta forumið at gera vart við seg og tí havi eg játtað at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, sigur Kim Durhuus.
Á uppstillingarfundi hjá Norðstreymoyar Javnaðarfelag í Kollafirði í gjárkvøldið kom umframt Kim Durhuus, eisini Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður í Vestmanna, og Súsanna Mortensen í Kvívík á listan.