Borgarstjóraevni á sama lista

Á kommunuvalinum í Sørvági var stóri spurningurin fyri fýra árum síðani, hvør skuldi fáa sessin sum borgarstjóri. Tað endaði við, at Sune Jacobsen vann borgarstjórasessin, tá hansara listi A kastaði saman við lista C, ið var størsti listin eftir valið.

Ta ferðina sat Jákup Suni Lauritsen eftir við svartaperi, men hesa ferð taktiski dysturin teirra millum munandi minni. Teir eru nevnliga á sama lista, og Jákup Súni Lauritsen hevur alment sagt, at tann av teimum, sum fær flestu atkvøðurnar, ætlandi verður borgarstjóri.

Á valinum seinast fekk Sune Jacobsen 105 atkvøður. Jákup Suni Lauritsen fekk tá 91 atkvøður. Spurningurin er so, um nakar annar megnar at bjóða teimum báðum av.