Borgarstjórar heilsaðu Støkk

Bæði Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, hildu stuttar røður, tá fimleikarfelagið Støkk hevði móttøku á sínum 45 ára degi í Løkshøll seinnapartin í dag.

Magnus Rasmussen helt fyri, at 45 ár er ikki 45 dagar, sum tikið plagar at vera til. Hann vísti á, at tað vóru nakrar eldsálir, sum tóku stig til at stovna fimleikarfelagið hin 23. november í 1966.

- Støkk leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguelika at íðka fimleik. Breiddarfimleikurin fyllir nógv hjá felagnum, umframt at nógv orka verður løgd í kappingarfimleikin, bæði tann estetiska-og amboðsfimleikin.

Borgarsstjórin vísti á, at broytingin og menningin í fimleikinum hevur verið rættiliga stór hesi 45 árini.

- Hetta hevur sanniliga eisini sett síni krøv til tykkum, sum hava staðið við róðrið í Støkk upp gjøgnum tíðirnar. Men hetta hava tit megnað væl, legði borgarstjórin í Runavíkar kommunu aftrat.

Borgarstjórin í Nes kommunu, Símin Johannesen, segði, at fimleikarfelagið Støkk hevur havt eitt serligt pláss í hjørtunum á Toftum.

- Í sínari tíð gjørdi eg sjálvur fimleik í Støkk. Tá skuldu lutttakarar vera 10 ár fyri at kunna íðka fimleik í felagnum. Nú er einki aldursmark. Tey yngstu eru nú foreldur við børnum, og tá børnini gerast 4 ár, kunnu tey íðka sjálvi.

Símin Johannesen vístil til endamálsgrein felagsins og segði, at henda er við fimleiki at styrkja likamið, vekja og fremja ans fyri góðari likamsrøkt.

- Hetta er í tráð við alt, sum er uppi í tíðini í dag, og vit kunnu siga, at fimleikarfelagið Støkk var framman fyri sína tíð, segði Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu.