Borgarstjórar úr somu bygd

- Vit hava nógv vinnuligt virksemi á havnalagnum, og tí havi eg serliga heft meg við básar, sum hava eitt hvørt at bjóða á hesum øki, sigur Jákup Súni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági

NAFF

 

Seinnapartin fríggjadagin vitjaðu tveir borgarstjórar úr somu bygd á básinum hjá Sosialinum á NAFF. Báðir eru valdir borgarstjórar, men annar er í løtuni í farloyvi.

Tordur J. Niclasen er kendur bæði úr lands-og kommunalpolitikki. Hann er valdur borgarstjóri á Eiði, men er í farloyvi. Tordur hevur kortini sætið í bygdaráðnum, og í løtuni stendur Anfinnur Kruse á odda fyri Eiðis kommunu.

Jákup Súni Lauritsen er borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Hann hevur sitið eitt skeið undan hesum sum bygdaráðslimur og situr tískil á øðrum skeiði í Sørvágs kommunu.

Tað stuttliga er, at báðir eru sørvingar og valdir borgarstjórar.

 

Nógv virksemi

Jákup Súni vísir á, at Sørvágur hevur nógv vinnuligt virksemi á havnalagnum við fiskavirkjum, laksavirki, landingarmiðstøð og smiðju.

Hann sigur, áhugin hjá honum á NAFF í fyrsta lagi var vendur móti básum, sum hava eitt hvørt at bjóða á hesum øki.

- Tað er stuttligt at hitta fólk, tú kennir undir tílíkum umstøðum og ein teirra, eg hitti í dag, íslendingurin Gisli Gislasson, hevur við havnina í Reykjavík at gera.

Jákup Súni sigur, at Gisli áður hevur verið borgarstjóri á Akranesi, sum Sørvágur hevur vinarbýarsamband við, og tí kennast teir báðir væl.

- Gisli hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, og vit hava eisini hitst í Íslandi, sigur borgarstjórin í Sørvági.

 

Gott høvi

Hann heldur annars, at North Atlantic Fish Fair er eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at sýna fram sítt útboð, eins og høvið er hjá okkum at síggja, hvat aðrir hava at bjóða.

- Eg haldi, at stevnan virkaði størri í ár enn fyri tveimum árum síðan, sigur Jákup Súni Lauritsen.