Eldradagur
? Á Tvøroyri fer kommunan hvørki at byggja røktarheim, ella sambýli til tey eldru, soleiðis sum støðan nú er.
Tað gjørdi borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, púra greitt á eldradegnum á Tvøroyri leygardagin.
Landsfelagið hjá pensjónistinum skipaði leygardagin fyri eldradegi í Suðuroy og har vóru borgarstjórarnir í teimum báðum størstu kommunum í oynni, Vági og Tvøroyri, bjóðaðir at greiða frá eldrapolitikkinum í teirra øki.
Og tað kom týðiliga til sjóndar at borgarstjórarnir báðir, Kristin Michelsen á Tvøroyri og Jógvan Krosslá í Vági, eru grundleggjandi ósamndir um, hvønn eldrapolitikk, kommunurnar eiga at føra.
Men samstundis avdúkaðu teir báðir eisini, hvussu neyðugt tað er hjá landsmyndugleikanum at gera eitt púra greitt ábyrgdarbýti ímillum landið og kommunurnar á eldraøkinum, so at tað verður skorið út í papp, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum.
Onki bygt Tvøroyri
Á fundinum gjørdi Kristin Michelsen púra greitt, at tað verður hvørki røktarheim, ella sambýli til eldri bygt á Tvøroyri, sum støðan er.
?Eldrasambýli og røktarheim eru beinleiðis landsuppgávur, bæði hvat viðvíkur bygging og rakstri.
Og nú landið eigur uppgávuna, helt hann, at samgongan má gera púra greitt, hvat hon ætlar at gera, fyri at menna eldraøkið.
Hann vísti á, at undanfarna hevði sett pening av, sum kommunurnar kundu søkja um til eldraøkið.
?Men hetta var bara fyri at sleppa landinum undan at betala stórar upphæddir, tí stuðulin var bara ein lítil partur av tí, sum tað kostaði.
Kristin Michelsen legði tó dent á, at hetta skuldi ikki skiljast sum um at Tvøroyrar Kommuna var ímóti at byggja røktarheim og eldrasambúli.
? Men skal kommunan byggja, skal peningur frá landinum fylgja við.
Hann legði eisini dent á, at fyri tað um kommunan ikki fór at byggja røktarheim ella eldrasambýli nú, merkti tað heldur ikki, at kommunan onki gjørdi.
? Kommunan arbeiðir sanniliga við málinum. Vit hava projekt til eldrasambyýli klárt og vit fyrireika okkum eisini at byggja røktarheim.
Hann segði eisini, at kommunan hevur sett pening av á fíggjarlógini ti leldraøkið.
?Verður eldraøkið lagt undir kommunurnar at umsita, er Tvøroyrar Kommuna væl fyrireikað at átaka sær uppgávuna. Men skulu kommunurnar hava økið, skal tað bæði vera við gjaldi og við valdi, segði hann.
? So tá ið eldraøkið verður lagt út, er kommunan til reiðar, segði hann.
Hann væntaðu tó ikki, at eldraøkið verður ikki tað fyrsta, sum verður lagt út.
Borgarstjórin vísti eisini á, at landsstýrismaðurin skal eldraøkið dagførast, fer tað at kosta 200-300 milliónir krónur
? At fáa kommunurnar at betala hetta við eini samlaðari inntøku av skatti uppá 800 milliónir, verða tað nógvar kommunur, sum aftur koma líka illa fyri, sum í nítiárunum og tað haldi eg, at øll vilja sleppa undan, sigur Kristin Michelsen.
Mugu taka um endan
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, er grundleggjandi ósamdur við starvsfelaga sínum á Tvøroyri.
Men hann vísti á, at veruleikin er, at landið røkir ikki sínar skyldur á hesum øki og tí noyðast kommunurnar at taka um endan.
?Tað eru okkara borgarar, tað snýr seg um. Tær kommunur, sum síggja tørvin hjá teimum eldru, mugu sostatt sjálvar byggja eldrasambýli.
? Nógvar kommunur hava bygt sambýli, hetta eru kommunur, sum hugsa um síni eldru og sum ikki vilja lata standa til, hóast landið hevur ábyrgdina.
Hann vísti á, at í Vági hevur kommunan bygt sambýli.
? Hetta er eitt tiltak, sum bæði kommunan og allir vágbingar eru ómetaliga fegnir um. Sambýlið er komið sera væl við hjá nógvum eldri fólki, men sanniliga eisini hjá teirra avvarandi, segði borgarstjórin í Vági.
? Sama, hvør hevur ábyrgdina av eldraøkinum, eri eg ómetaliga fegin um, at Vágs Kommuna hevur bygt eitt eldrasambýli til sínar eldru borgarar, segði hann.
Men í hesum sambandi vísti hann eisini á, at eisini feløg og einstaklingar í Vági hava gjørt eitt øgiligt arbeiði fyri at útvega pening til sambýli við bingospølum og innsavning av ymsum slagi.
Verður best røkt hjá kommununum
Jógvan Krosslá vísti eisini á, at í Suðuroy eru útvið 60 pláss á røktarheimum og á teimum sambýlum, sum eru.
Hann metti, at tørvur var á umleið 50 plássum afturat beint nú.
? Tað fer at kosta 200-250 milliónir at byggja eldraøkið í øllum landinum út fyri at nøkta tørvin. Samstundis fer tað at kosta 150-200 milliónir at reka hesi sambýli, røktarheim og ellisheim í øllum landinum, tá ið tørvurin er nøktaður.
? Hetta eru stór tøl, men tað er neyðugt at gera eitt ordiligt hol í sjógvin nú, fyri at koma uppundan, tí so verður lættari at fylgja við tørvinum so hvørt
Jógvan Krosslá, sum eisini er formaður í Kommunusamskipan Føroya, ivaðist ikki í, at tað var rætt at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita.
?Tað er best, at málið verður lagt undir kommunurnar at umsita, tí tá er umsitingin nærri borgarunum og tað er lættari hjá borgarunum at gera vart við síni krøv.
Men hann helt, at sjálvsagt skal landið seta treytir og krøv til kommunurnar á hesum øki.
Hann segði eisini, at sama, hvør umisitur økið, er tað skattaborgarin, sum skal betala.
? Liggur økið hjá landinum, vera tað allir skattaborgararnir, sum koma at betala, eisini teir, sum lítla ella onga eldrarøkt fáa. Verður økið undir kommununum, verða teir borgarar, sum fáa eina tænastu frá kommununi, sum betala til at nøkta sín egna tørv.
Hann sigur, at verður økið lagt undir kommunurnar, kann fíggingin útvegast á tann hátt, at landsskatturin lækkar eini 3%, so at kommunurnar kunnu hækka sín skatt tilsvarandi, sigur Jógvan Krosslá.
Í øllum er tað neyðugt, at landið og kommunurnar semjast um eina skipan so at verulig ferð kann fáast á at útbyggja eldraøkið.