Borgarstjórar verða forfylgdir í Løgtinginum

Pauli Trónd Petersen ilskast inn á, at tingfólk altíð leggjast á borgarstjórarnar í Løgtinginum, og nú er hann til reiðar at ganga plankan

Hví leggjast tit bara eftir teimum borgarstjórum, sum eru í Løgtinginum? Hví tosa tit ikki eisini um øll hini í Løgtinginum, sum hava tvey størv?

 

Pauli Trónd Petersen løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, og borgarstjóri í Vestmanna, er farin á ilskast inn á ta viðferð, borgarstjórar fáa í Løgtinginum, og í almenna kjakinum annars.

 

Seinastu tíðina hevur tað verið eitt afturvendandi kjakevni í Løgtinginum, um tað skal vera loyvt at vera bæði borgarstjóri og løgtingslimur ísenn.

 

Og nú ein dagin var aftur orðaskifti í Løgtinginum um leiklutin hjá borgarstjórum. Men tað forargar Paula Trónd Petersen, at tað bara eru borgarstjórrnir, sum verða gjørdir til ein trupulleika.

 

Hann heldur, at í roynd og veru snýr hetta seg um, antin tað skal bera til hjá løgtingslimum at hava tvey størv, ella ikki. Men hann heldur, at tað er ongin munur á, um ein løgtingslimur er borgarstjóri, ella um hann er pedagogur, lærari, maskinmaður, vinnilívsmaður, ella nakað annað.

 

Hann heldur tað er ein spurningur um starvið sum løgtingslimir skal vera fulltíðarstarv, ella ikki. Og nú er hann til reiðar at ganga plankan. Hann sigur nevniliga, at hann hevur eitt uppskot klárt at leggja fyri Løgtingið sum bannar løgtingslimum at hava nakað sum helst starv afturat løgtingsstarvinum.

 

– Eg havi eitt uppskot um, at tað skal ikki bera til at hava tvey størv. Ert tú valdur á Løgting, skalt tú ikki hava loyvi til at hava eitt annað starv afturat, hvørki alment enn privat. Tað merkir, at tinglimur skal leggja øll onnur størv niður, eisini stjórastørv, nevndarsessir og annað.

 

– Lat okkum so síggja, hvussu stór undirtøka er fyri tí, ella um tað bara eru borgarstjórar, sum skulu standa fyri skotum, segði Pauli Trónd Petersen. Hann sigur, at hann hevur verið hjá fleiri tinglimum í samgonguni við uppskotinum, men undirtøkan var vánalig, og hann ivast í um undirtøkan er frægari í andstøðuni.

 

Men hann heldur ikki at tað er so løgið, tí í løgtinginum eru læknar, sum ikki vilja missa sína læknaløn, bókhaldarar, lærarar, fíggjarleiðarar, stjórar, journalistar, heilssølufólk o.s.fr.

 

– Eg eri fullvísur í, at eingin av teimum, sum rópa harðast um at borgarstjórar ikki skulu sita á Løgtingi, høvdu tikið undir við, at teir skulu verðið noyddir at leggja øll onnur størv frá sær. Men tað hevði verið forvitnisligt at sæð, leggur hann afturat.

 

Tað verður ofta funnist at borgarstjórum fyri at føra kommunupolitikk í Løgtinginum og tí eiga borgarstjórar ikki at vera løgtingslimir. Men Pauli Trónd Petersen er fullvísur í, at øll hini, sum hava arbeiðið afturat løgtingsstarvinum, eisini føra lobbyvirksemi fyri sítt øki.

 

– Tann, sum ikki heldur, at tey føra lobbyvirksemi fyri seg sjálvi, fara so dyggiliga skeiv, sigur Pauli Trónd Petersen.