Í nátt varð Lítla Havfrúgvin í Keypmannahavn smurd inn í reyða máling við einum boðum til danskarar um at verja grindahvalirnar í Føroyum.
Hendingin hevur vakt ans í Danmark og Føroyum, og borgarstjóri í Keypmannahavn er í øðini um herverkið.
- Eg eri argur um hetta. Líkamikið um hetta er herverk ella politiskt motiverað, er tað langt úti. Hetta er grovt, sigur Carl Christian Ebbesen, sum er mentanar- og frítíðarborgarstjóri í Københavns Kommune.
Hann rør fram undir, at videoeftirlit nú verður av Lítlu Havfrúnni, sum fleiri ferðir hevur verið fyri herverki.
- Eingin ivi er um, at løgreglan eigur at umhugsa at verja ein dýrgrip sum Lítlu Havfrúnna við videoeftirliti, sigur hann við DR.
Løgreglan kannar málið, men tey vita ikki enn, hvør hevur framt herverkið.
Deildin hjá Sea Shepherd í Danmark boðar í morgun frá, at tey hava einki við tilburðin at gera.