- Eg tími ógvuliga væl at fáast við ferðavinnu. Hetta havi eg gjørt í mong ár. Eg eri uppvaksin og Fugloy, og eg elski at búgva her.
Tað sigur Amalia í Frammistovu, sum umframt at bjóða fram ferðavinnutilboð í Fugloynni, eisini er borgarstjóri í Fugloyar kommunu.
Fugloy er náttúruvøkur oyggj, sum hevur fingið navnið eftir tí nógva fuglinum, sum búleikast á oynni. Eins og í øðrum oyggjum, sum høvdu nógvan fugl, hevur minkingin í fuglameinginum eisini rakt Fugloynna.
Hin 1. apríl í ár búðu 40 fólk í Fugloyar kommunu, og tað er júst sama tal, sum somu tíð árið fyri. Fólkatalið á Kirkju, har Amalia í Frammistovu býr, er umleið tvífalt so stórt sum í Hattarvík.
Fara vit nógv ár aftur í tíðina, búðu í 1940-unum stívliga 200 fólk í Fugloy, og í 1950 vóru 195 fólk skrásett at búgva í oynni.
- Her kemur nógv ferðafólk í betru tíðini av árinum, og umframt at eg bjóði ból og bita, skipi eg eisini fyri útferðum fyri ferðafólk, sum vitja í oynni. Eg havi góðar ferðaleiðarar, sum taka sær av gongutúrum.
Amalia í Frammistovu fegnast um, at føroyingar í nógv størri mun enn áður eru farnir at vitja kring oyggjarnar.
- Her koma í hvussu er nógv fleiri føroyingar út til Fugloyar nú enn áður, og ein orsøk er, at vit hava fingið Rituna, sum er eitt so fantastiska gott skip.
Hon tímir ógvuliga væl at fáast við ferðavinnu, og hon stórtrívist í Fugloynni.
- Tankin at flyta av oynni kemur mær als ikki til hugs. Her er náttúra, friður og eitt so fantastiskt ljós, sigur Amalia í Frammistovu.