Borgarstjóri viðgongur mistak

- Viðgerðin er ikki góð nokk. Tað viðgongur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, eftir álvarsligu átaluna frá Løgtingsins Umboðsmanni. Umboðsmaðurin gevur Tvøroyrar Kommuna eina álvarsliga átalu í sambandi við eina starvssetan hjá kommununi. Talan er um skeivar mannagongdir í sambandi við setan av brunaumsjónarmani.

Málið snýr seg í stuttum um, at ein umsøkjari til starvið sum brunaumsjónarmaður hjá Tvøroyrar kommunu kærdi kommununa til Løgtingsins Umboðsmann fyri skeivar mannagongdir, ógegni og vantandi innlit í málið. Og Løgtingsins Umboðsmaður gevur kæraranum rætt í fleiri førum. Umboðsmaðurin metir, at talan hevur verið um ógegni í umsitingini, bæði tá talan er um formannin í teknisku nevnd og um undanfarna brunaumsjónarmann, sum var við til at mæla til eftirmann sín, sum samstundis var sonur hansara.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, viðgongur í samrøðu við Rás2, at viðgerðin hjá kommununi av málinum hevur ikki verið nóg góð. Kommunan fer at taka málið upp á komandi býráðsfundi, sum verður ein av fyrstu døgunum. Men annars er borgarstjórin fáorðaður. Kristin Michelsen hevur onga við merking til átaluna frá Umboðsmanninum, hvat gegninum hjá tveimum sentralum persónum í málinum viðvíkur. Kristin Michelsen hevur heldur onga viðmerking til, hví tað skuldi taka 10 mánaðir at svara eina umsøkjaranum, sum søkti starvið sum brunaumsjónarmaður. Men borgarstjórin viðgongur tó í samrøðu við Rás2, at svartíðin var ov drúgv. Kristin Michelsen hevur heldur onga viðmerking til, um álvarsliga átalan frá Umboðsmanninum fær nakrar avleiðingar í Tvøroyrar Kommunu.