Í dag handaði íslendski rithøvundurin Ármann Reynisson borgarstjóranum Heðini Mortensen fýrmælta bók við millum annað søgum úr Føroyum
Í bókini er 47 smásøgur, sonevndar vinjettir, úr Føroyum, Grønlandi og Íslandi.
Málini eru føroyskt, grønlendskt, dansk og íslendskt. Føroyska heitið er ?Ritrósur úr Útnorðri?. Þóra Þóroddsdóttir hevur týtt bókina til føroyskt.
- Søgurnar eru stuttar, einar tríggjar fýra minuttir, og hóska væl til upplestur í døgurðatímanum, sigur Ármann og nevnir søgur um Havnina, Stella Argus, skerpikjøt og grindadráp. Alt smalt hugsunarsamar søgur, ið hann sjálvur hevur upplivað, har hann hevur verið.
Permumyndina eigur Tróndur Patursson og Heðin M. Klein hevur rættlisið.
- Bláa permumyndin vísir at tað er blái liturin, ið bindur okkum saman í Útnorðri, sigur Ármann.
Hetta er níggjunda bókin hann gevur út og triðja ferðin hann vitjar í Føroyum.