Borgarstjórin hittir foreldur og lærarar

Í kvøld bjóðar borgarstjórin í Havn bæði lærarum og foreldrum at børnum í 2. til 6. flokk í Tórshavnar Kommunuskúla til fundar í kommunuskúlaauluni, har greitt verður frá hølisviðurskiftunum í skúlanum, nú Gamli Realskúlin ikki longur er tøkur til undirvísing

Bæði foreldur og lærarar fáa nú høvi at fáa kunning um hølisviðurskifti í Tórshavnar Kommunuskúla, nú Gamli Realskúlin ikki longur er tøkur til undirvísing, millum annað orsakað av væntandi brunatrygd.

Kunningin fer fram á fundum, sum borgarstjórin, Heðin Mortensen, bjóðar inn til.

Fundirnir, sum verða í tveimum, skulu geva bæði lærarum og foreldrum møguleika at siga sína hugsan, samstundis sum tey fáa at hoyra, hvussu ætlanin er, at skúlabørnini í Tórshavnar Kommunuskúla verða hýst næsta skúlaár.

Báðir fundirnir verða í kommunuskúlaauluni. Fyrri fundurin, sum er fyri lærararnar, verður klokkan 18, og seinni fundurin, sum er fyri foreldrini at børnum í 2. til 6. flokk, verður klokkan 20.

Síðani mars hevur eingin skúlagongd verið í Gamla Realskúlanum, eftir at Heðin Mortensen, borgarstjóri, gjørdi av at stongja hann vegna væntandi brunatrygd og ov vánaligar umstøður yvirhøvur. Millum annað eru hølini ov smá til undirvísing, umframt at Gamli Realskúlin ikki hevur grundleggjandi umstøður, so sum toilett og annað.

Ætlanin er heldur ikki, at Gamli Realskúlin skal brúkast til undirvísing í framtíðini, men verður hann í staðin brúktur sum fyrisitingarbygningur hjá Kommunuskúlanum.

Í hesum sambandi er gjørd ein ætlan fyri, hvussu teir mongu skúlaflokkarnir skulu hýsast næsta skúlaár, sum byrjar hálvan august, og henda ætlan verður løgd fyri bæði lærarar og foreldur á fundunum í kvøld.

Somuleiðis verður greitt frá heildarætlanini, ið skal leggjast fyri Tórshavnar Kommunuskúla og gjøgnumførast komandi árini, so plásstrupulleikarnir verða nøktaðir, og skúlin kann fylgja tí toymisætlan, ið arbeitt verður við á skúlanum.

Á fundunum fara borgarstjórin og onnur at greiða frá, svara spurningum og annars lýða á tey sjónarmið, lærarar og foreldur hava at bera fram.