Borgarstjórin í Leirvík stillar upp í Norðoyggjum

Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík, er valevni á listanum hjá Norðoya Sambandsfelag til løgtingsvalið Nú Føroyar eru eitt valdømi, hevur sambandsfelagið í Norðoyggjum í samráð við landsfelagið avgjørt, at stillað verður upp eftir fólkatalinum, og tí verða fýra valevni á listanum hjá Norðoya Sambandsfelag.

Á seinasta uppstillingarfundi felagsins týskvøldið 12. desember fekk nevndin heimild til at gera listan endaliga lidnan. Og nú hann er liðugur, sæst, at felagið hevur verið ígjøgnum tunnilin eftir valevni hinumegin Leirvíksfjørð.

Á listanum hjá Norðoya Sambandsfelag Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Klaksvík, Erika Elttør, krambakvinna, Klaksvík, Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri, Leirvík og John Kári Jacobsen, skipari, Hvannasund.

Kelda: Norðlýsið