Borgarstjórin og bussleiðin

Jan Christiansen, borgarstjóri

Samgonga og andstøða, sigur onkur. Onnur nevna tað meiriluti og minniluti. Sjálvur dámar mær betur seinra heitið, tí orðið andstøða merkir, samb. orðabókini: modstand, opposition. Tað er soleiðis í politikki, at nakrir flokkar finna saman og gera eina samgongu, og seta hesir flokkar út í kortið eina ætlan, so at teirra málsetningur kann verða framdur í valskeiðinum. Hetta merkir ikki, at minnilutin ikki skal verða hoyrdur, ella at minnilutin treytaleyst skal verða ímóti ætlaðu málsetningum. Tí dámar mær ikki orðið andstøða.
Men tíverri uppliva vit í býráðnum í dag, at minnilutin skikkar sær sum ein andstøða. Tey eru at kalla altíð imóti meirilutanum. Tey gera rumbul við so nógvum málum sum gjørligt, og kortini royna tey at taka sær heiðurin av málum, sum tey einki eiga í.
Slík framferð, sum minnilutin vísir, ger sjálvsagt, at vit í meirilutanum mugu standa enn meira saman, tí ein veit ongantíð rættuliga, hvat væntast kann frá minnilutanum (andstøðuni).
Dømi um teirra atburð er málið um at bjóða bussleiðina út.
Lat meg royna stutt at greiða frá hesum máli.
Sáttmálin um bussleiðina gongur út í februar mánað, og støða skuldi takast til, um vit skuldu leingja verandi sáttmála, ella um vit skuldu bjóða bussleiðin út í almennari lisitatión. Eingin greið støða frá minnilutanum! Útbjóðingartilfar, sum klárt og væl greiðir frá, hvat arbeiðstakarar kundu bjóða uppá, skuldi gerast, men minnilutin vísti lítlan og ongan áhuga í hesum arbeiði. Útbjóðingartilfarið bleiv gjørt, og hóvaði minnilutanum lítið, at tænastustøðið á bussleiðini ikki var hækkað enn meira. Greið tala frá teirra síðu, men teirra áskoðan vann ikki frama, og bleiv samtykt at bjóða bussleiðina út í almennari lisitatión, sambært fyriliggjandi tilfari.
Sjey arbeiðstakarar geva inn tilboð uppá bussleiðina út frá tilfarinum, og skal býráðið síðan taka støðu til innkomnu tilboðini. Hvørki meira ella minni. Men hvat ger minnilutin? Teir taka ikki støðu til innkomnu tilboðini, men koma aftur við uppskoti um at broyta koyringina. Tvs. at broyta útbjóðingartilfarið, eftir at tilboðini eru komin inn. Um ynski teirra var gingið á møti, so var tað at bróta við allar vanligar mannagongdir í sambandi við útbjóðing, og vildi tað verið fyrstu ferð í býráðsins søgu í nýggjari tíð.
Eg kundi hugsað mær, at minnilutin alment greiddi frá, um tey:
?Eru ímóti at bussleiðin bleiv bjóðað alment út
?Um tey eru ímóti at tikið verður av lægstu tilboðunum, ið uppfylla treytirnar

Lat meg at enda siga, at sáttmálaskeiðið er yvir 7 ár, og at broytingar sjálvsagt vilja koma í bussleiðina í hesum tíðarskeiði, men eisini hesum er hædd tikin fyri í sáttmálanum.
Eftir stendur, at vit hava fingið eina bussleið við hægri tænastustøði, enn verandi bussleið hevur, og at kostnaðurin er 3,5 mió lægri enn í dag.