Borgarstjórin í Sumba takkar fyri seg

Jacob Vestergaard stillar ikki uppaftur eftir tólv ár í bygdaráðnum, har hann hevur verið borgarstjóri at kalla alla tíðina

Sumba: Tað er nú greitt, at sumbingar skulu hava nýggjan borgarstjóra á nýggjárinum.
Jacob Vestergaard, sum er borgarstjóri, boðar nevniliga frá, at hann stillar ikki uppaftur á bygdaráðsvalinum, sum verður í næsta mánaði.
Hann sigur, at kommunalpolitikkur hevur verið áhugaverdur, men hann heldur at stundin er komin til at hann finnur hurðina, so at nýggjar kreftir kunnu koma framat.
Hann heldur, at hevði tað eydnast at lagt kommunur saman, soleiðis, sum hann hevur verið heitur talsmaður fyri, hevði tað verðið ein heilt onnur avbjóðing at verið kommunalpolitikari.
? Men hann vónar kortini, at tey, sum koma aftaná hann, fara at taka táttin upp og at virka fyri samanlegging í Suðuroynni, tí tað er tað einasta rætta.
Hann ivast heldur ikki í at tíðin arbeiðir fyri eini samanlegging í Suðuroynni. Hann vónar bara ikki, at tað gongur ov long tíð, áðrenn øll Suðuroyggin verður ein kommuna, so at Suðuroyggin verður alt ov langt afturútsigld.
Tí harmast hann serstakliga illa um, at teir vórðu ov seinir á sjóvarfallinum at leggja Tvøroyri og Sumba saman nú á nýggjárinum.
Hann ivast ikki í, at hevði tað eydnast at lagt tær báðar kommunurnar saman, hevði glið komið á, so at fleiri kommunur afturat, høvdu komið uppí.

Sitið í 12 ár
Jacob Vestergaard hevur verið í bygdaráðnum í Sumba í 12 ár og hann hevur verið borgarstjóri at kalla alla tíðina.
Hann kom í bygdaráðið í 1992. Eftir tað valið, varð Andrias Thomsen valdur til borgarstjóra, men hann gavst longu eitt ár eftir, ella so. Tá tók Jacob Vestergaard við, sum borgarstjóri og hann hevur sitið alla tíðina síðani, uttan eitt skifti í fjør, tá ið hann var landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann hevur hesi árini verið ein av teimum týðandi borgarstjórunum í landinum, ikki minst tí hann eisini í nøkur ár var formaður í Føroya Kommunufelag.

MYND av jacob Vestergaard

Á seinasta bygdaráðsfundi í Sumba, tók Jacob Vestergaard ímóti 182 undirsriftum frá sumbingum, sum vildu hava borgarafund og fólkaatkvøðu um samanlegging við Tvøroyri. Men tann ætlanin er fyribils dottin niðurfyri