Borgarstjórin tók ímóti Sveini

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti Sveini og fylgi á tyrlupallinum á Boðanesi í Havn, tá tey komu við tyrlu av flogvøllinum. Borgarstjórin koyrdi tey út í Tórfinsgøtu til foreldrini hjá Sveini, Elgeir og Enid Olsen.

 

Klokkan 17:30 verður stóra almenna móttøkan í Norðurlandahúsinum, har Sveinur fer at framføra nøkur av løgunum, sum hann hevur sungið í X Factorkappingini. Bróðir hansara, Jákup Pauli hevur sett ein bólk saman, sum skal spæla saman við Sveini.

 

Tey vænta nógv fólk í Norðurlandahúsið klokkan 17:30, tá stóra almenna móttøkan verður. Atkongumerki, sum eru ókeypis, fáast í Norðurlandahúsinum frá klokkan 17.

 

– Øll eru vælkomin at gera skelti og bannarar og annað til Svein, so tað verður ein rimmar veitsla, siga tey úr Norðurlandahúsinum.

 

Tað er Tórshavnar kommuna saman við Norðurlandahúsinum og familjuni hjá Sveini, sum skipa fyri tiltakinum í dag.

 

– Møtið fjølment, og bjóðið endiliga øllum tykkara vinfólki við, siga fyrireikararnir.