Borgarstjórin á Tvøroyri stillar upp til løgtingsvalið

VALEVNI Kristin Michelsen sigur, at hann hevur fingið nógvar áheitanir um at stilla upp

Tað hevur leingi verðið gitt, at Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, skal stilla upp til løgtingsvalið fyri Javnaðarflokkin.
Og nú váttar hann fyri Sosialinum, at hann bjóðar seg fram at verða valevni hjá Javnaðarflokkinum.
- Verði eg skotin upp at verða valevni á uppstillingarfundi hjá Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag, taki eg av, sigur hann.
Hann sigur, at hann hevur fingið nógvar áheitanir frá fólki um at stilla upp.
Hann hevur ivast, men nú hevur hann hug at taka ein einum tilboði um at stilla upp, um so er, at hann verður skotin upp, tá ið uppstillingarfundur verður.

Leysar atkvøður
Og tíðin hevur kanska ongantíð verið so búgvin sum nú, tí nógvir løgtingslimir hava boðað frá, at teir taka seg úr politikki, so tað ganga nógvar atkvøður leysar.
Ikki minst hava nógvir politikarar í Suðuroy boðað frá, at teir stilla ikki upp aftur, eitt nú Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi.
Størri týdning hevur tað kortini, at Jóannes Eidesgaard, sum hevur verið fremsta valevni á javnaðarlistanum hjá suðuroyingum á nógvum valum, stillar ikki upp aftur.
Somuleiðis tóku bæði Hendrik Old og Sverri Midjord, sum somuleiðis mannaðu Løgtingið fyri Javnðarflokkin í Suðuroy, tók seg úr politikki á síðsta vali og sambandsmaðurin, Jaspur Vang, tók seg úr politikki mitt í valskeiðnum, eftir at hann fekk starv sum sýslumaður í Suðuroy.
Sostatt er ikki bara nógvar leysar atkvøður kring um í øllum landinum at fiska eftir. Sostatt eru tað av sonnum eisini nógvar leysar atkvøður í Suðuroynni hjá einum markantum valevni at hála inn á kontuna.

Suðuroy skal aftur á føtur

Verður Kristin Michelsen valdur á ting, verður tað lagnan hjá Suðuroynni, sum fær hansara fremstu raðfesting á tingi.
Tað ger hann púra greitt.
Hann staðfestir, at hóast tað er framgongd í øllum landinum, er tað framvegis afturgongd í Suðuroy og inntøkan hjá kommununum av skatti minkar alsamt.
- Tað, sum tað fyrst og fremst fer at snúgva seg um, verður tískil at fáa Suðuroy undan kavi aftur.
Men akkurát, hvussu hann tað skal gerast, hevur hann ikki gjørt sær so øgiliga stórar tankar um enn.
Nú vil hann fyrst hava uppstillingina av vegnum at vita um hann yvirhøvur verður á listanum.
Men eitt uppskot, sum hevur verið frammi, er at seta ein suðuroyargrunn á stovn á sama hátt, sum ein serligur sandoyargrunnur varð settur á stovn í nítiárunum og sum slóðaði fyri, at Delta Seafood fór undir virksemið har.
Annars tekur hann fult undir við, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu og hann tekur undir við kommunusamanlegging, sum heild.
Men hann heldur, at tað er avgerðandi, at tað verður ein kommunal útjavning í hesum sambandi.

298 atkvøður

Kristin Michelsen hevur ikki roynt seg í landspolitikki áður.
Men í býráðspolitikki í Suðuroy er hann væl kendur og har hevur hann víst seg at vera ein sannur atkvøðuslúkur.
Fyrstu ferð, hann stillaði upp, var longu í 1984. Hann varð ikki valdur, men sat kortini ein stóran part av tí valskeiðnum í býráðnum sum varamaður fyri Hermund Michelsen.
Á valinum í 1988 stillaði hann upp aftur og tá varð hann valdur býráðslimur.
Hesi bæði valskeiðini var hann býráðslimur fyri samgongulistan, sum var ein samanrenning ímillum Fólkaflokkin, Tjóðveldið og Sambandið og sum stillaði upp ímóti tí sterka javnaðarlistanum.
Men tá ið tað valskeiðið endaði í 1992 tók Kristin Michelsen seg úr politikki eitt skifti.
Og tað var ikki fyrr enn á valinum í 2000, at hann stillaði upp aftur og tá varð hann valdur aftur í býráðið við 87 atkvøðum.
Men hetta var fyri ein uttanflokkalista.
Men tá ið hann stillaði upp aftur á býráðsvalinum í 2004, var tað á listanum hjá javnaðarflokkinum.
Og síðani hevur tað gingið skjótt fram á og hann varð beinanvegin teirra fremsti býráðslimur.
Á valinum í 2004 fekk hann 225 atkvøður og tað gjørdi hann til atkvøðuslúk burtur av á tí valinum.
Hetta valskeiðið styrkti hann nógv í politikki og á býráðsvalinum í 2008, fekk hann heilar 298 atkvøður.
Hetta var ein atkvøða meiri enn øll hini 10 valevnini á listanum fingu – tilsamans. Tá eru tær átta atkvøðurnar, ið listin sjálvur fekk, drignar frá.
Á síðsta býráðsvali átti hann sostatt einsamallur helvtina av atkvøðunum hjá øllum Javnaðarflokkinum á Tvøroyri.
So tað kann ikki annað enn staðfestast, at stillar hann upp á løgtingsvalinum, hevur hann góða barlast við í viðførninginum, tí at fáa 298 atkvøður bara á Tvøroyri er eitt sjáldsamt avrik.