Borgarstjórar keglast í tinginum

Magnus Rasmussen, andstøðulimur, minnir Heðin Mortensen á, hvat nýggja samgonguskjalið sigur um Eysturoyartunnilin.

- Latið okkum halda gjørdar avtalur. 

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu og nývaldur tinglimur fyri Sambandsflokkin, loypir nú til at verja Eysturoyartunnilin, nú Heðin Mortensen, borgarstjóri og nývaldur tinglimur fyri Javnaðarflokkin, hevur sett sínum egna landsstýrismanni ein fyrispurning um nyttuvirði í Eysturoyartunlinum. 

Andstøðulimur úr Runavík nýtir nú nýggja samgonguskjalið, sum Heðin Mortensen sjálvur hevur undirskrivað, sum grundgeving fyri, at undirsjóvartunnilin skal gerast.

Magnus Rasmussen minnir á, at ein avtala varð gjørd millum allar politisku flokkarnar, og hann vónar, at nýggja samgongan fer at halda gjørdar avtalur. 

- Lagt verður upp til breiðar semjur í politikki, m.a. fyri at fáa mál veruliga og breitt kjølfest, soleiðis at tey verða framd í verki, eisini tvørtur um valskeið. Í hesum máli er veruliga ein breið politisk semja gjørd – semja millum allar teir politisku flokkarnar -  og eg fái meg ikki at trúgva, at semjan nú verður brotin, tí um so skuldi verið, hvar er so politiska trúvirðið?