Borgarstjóravalevni dripin uttan fyri heimið dagin fyri valið í Mexico

Tíggjutals valevni, valstarvsfók og ættarfólk hjá politikarum eru myrd upp undir valið í Mexico í dag.

Eitt borgarstjóravalevni í Mecxico var skotin til deyða í gjár, dagin fyri kommu- og tjóðartingsvalið í miðamerikanska landinum.

 

Tað upplýsir lokali leiðarin í flokkinum Borgararrørslan, sum tað dripna valevnið var uppstillaður fyri, sambært mexikanskum miðlum í gjár.

 

Morðið fór fram í statinum Veracruz í eystara partinum av Mexico.

 

– Vit fordøma hetta ræðuliga morðið á valevni okkara, skrivar lokali floksleiðarin, Sergio Gil Rullan, á Twitter.

 

Dripna valevni, Rene Tovar Tovar, stillaði upp sum borgarstjóri í býnum Cazones de Herrera, ein býur á stødd við Havnina við 25.000 íbúgvum

 

Hann varð skotin av ókendum illgerðarmonnum í heimi sínum, skrivar blaðið El Universal.

 

Hann er tó langt frá tann fyrsti dripini persónurin í hesum valstríðnum. Tíggjutals onnur valevni og hjálparfólk teirra eru dripin, eisini fólk í familjuni hjá valevnum.

 

Ofta eru tað brotsmannalið ella politisk mótstøðufólk, sum standa aftan fyri morðini.

 

Burtursæð frá tí, so verða túsundtalsfólk dripin í Mexico á hvørjum ári.

 

Árið í fjør var eitt tað blóðugusta í Mexico við 34.523 morðum. Tað svarar til 27 morð fyri hvørji 100.000 fólk. Tað svarara til eini 14 morð um árið í Føroyum.

 

Til samanberingar vórðu 49 morð í Danmark í fjør. Tað svarar til eitt morð fyri hvørjar 118.000 íbúgvar.

 

Á valinum í Mexico í dag skulu veljasst umboð til 20.000 almenn embæti.

 

15 av 31 guvernørurm í ymsu statunum skulu veljast. Somuleiðis 500 pláss í landsins tjóðartingi og fleiri túsund fólk í kommunustýri kring landið.

 

/ritzau/