Borgarstjóri hevur meldað seg til heilsufótbólt

- Hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan. Hon eggjar okkum, sum eru farin um tey seksti, at koma saman og vera virkin, sigur Karl Johansen.

Týskvøldið 9. august klokkan 19 - tað er í kvøld - verður skipað fyri kunningarfundi um heilsufótbólt í samband við, at verkætlanin í næstum fer av bakkstokki.

 

- Fleiri enn 70 tilmeldingar eru longu skrásettar, men enn ber til at tekna seg, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Karl Johansen, borgarstjóri, er ein av teimum, sum hevur teknað seg.

 

- Eg haldi, at hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan. Hon eggjar okkum, sum eru farin um tey seksti, at koma saman og vera virkin.

 

Borgarstjórin vísir á, at tað eru líka nógvar kvinnur sum menn, ið hava meldað seg til heilsufótbólt, og hann ímyndar sær, at tiltakið fer at stuðla undir góðan trivna.

 

Á fundinum í kvøld verður kunnað um sjálva verkætlanina og um onnur praktiskt viðurskifti. Eisini verður møguleiki at seta spurningar. Fundurin verður á loftinum í KÍ-høllini og lagt verður fyri klokkan 19.

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at seinasta freist at melda seg til heilsufótbólt er mikudagin hin 10. august.

 

- Tað merkir, at tey, sum ivast, hava møguleika at møta upp til kunningarfundin og síðan taka endaliga støðu, um hetta er eitt átak, tey ynskja at verða ein partur av, verður lagt aftrat.