Í góðveðrinum 2. hvítusunnudag var árligi gongutúrinum, sum Kvívíkar kommuna hevur skipað fyri í nógv ár.
- Eitt deiligt afturvendandi tiltak, sum samlar fólk í øllum aldri. Hesaferð var túrurin eitt sindur øðrvísi fyriskipaður. Tí, fyrr í ár vendi Ari Johannesson, sum hagastýrislimur í Frammihaga sær til mín. Teir bjóðaðu sær at fyriskipa árliga gongutúrin.
Soleðis greiðir Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu frá.
Hann vísir á, at kommunan tók av, og skjótt vendi hagastýrið sær aftur og segði, at teir høvdu gjørt av at skipa ein túr av Mýrunum, sum so skuldi enda við hugna í rættini Frammi í Dal.
- Túrurin byrjaði við, at bussar koyrdu fólkið úr Kvívík og fram á Mýrarnar. Klokkan var um hálvgum trý, tá farið varð til gongu.
Borgarstjórin greiðir frá, at fyrst varð gingið niðan á Stígarnar, síðan niðan undir Sneis, og fleiri vóru tey, sum eisini fóru túrin upp á Sneis.
- Onkur helt, at hetta sá møtimikið út. Men, við góðari hjálp frá fyriskiparanum, eydnaðist tað hjá fleiri av luttakarunum at koma upp á toppin - og ikki minni at koma væl oman aftur.
Síðan var gingið heim eftir Stígunum, oman við Ærgisá og oman í rættina Frammi í Dal.
- Í rættini borðreiddi hagastýrið við ræstari súpan til øll, sum smakkaði sera væl. Eisini var ein góður kaffimunnur og heimabakað kaka omaná.
##med2##
Hans Jóhann greiðir frá, at tá øll høvdu notið ein góðan bita eftir ein góðan túr, hevði Ari Johannesson eina frásøgn um eitt nú, hvussu leingi Sneis hevur staðið har so ronk.
- Eisini greiddi hann frá um tað deiliga og náttúravakra økið Frammi í Dal og har rundan um. Hetta er ein sonn perla, sum nógv ongantíð hava sæð. At enda vóru tveir sangir sungnir við góðum harmonikuspæli frá Ara.
Og Hans Jóhann Sørensen endar við hesum orðum:
- Sum borgarstjóri fari eg at takka fyri ein so sera væl fyriskipaðan túr og stóra tøkk fáið hagastýrið fyri tað. Tað er stuttligt at luttaka á einum slíkum túri, har alt er so væl lagt til rættist, og øll kunnu verða við.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##