Borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu, Jógvan Skorheim fegnast um, at Búðstaðir byggir 30 leiguíbúðir á Biskopstøstorginum í Klaksvík.
Jógvan Skorheim sær uppá leiguíbúðirnar, sum part av einari langtíðarætlan at fáa meira lív og virksemi í miðbýin í Klaksvík. Jógvan Skorheim sigur, at Klaksvíkar Kommuna arbeiðir eisini við øðrum íbúðarloysnum.
Undir myndini ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Jógvan Skorheim.