Borgarstjórin heitir á fólk í Kyiv um at rýma

Fyrrapartin í dag vóru átta kuldastig í Kyiv, og hetta er orsøkin til, at borgarstjórin heitir á fólk, sum sita køld, um at fara til støð, har streymur og hiti er

 

Ein røð av íbúðarbygningum og øðrum bygningum í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv eru rakt í russiskum álopum í nátt.

 

Sagt verður, at streymurin og soleiðis eisini hitin er farin í einum ótali av íbúðum.

 

Borgarstjórin, Vitalij Klitsjko, heitir á sínar ibúgvar, sum hava møguleikan til tess, um at rýma úr býnum.

 

Sagt verður, at bara í álopunum í nátt fór streymurin í umleið 6000 íbúðarbygningum í ukrainska høvuðsstaðnum.

 

Fyrrapartin í dag vóru átta kuldastig í Kyiv, og hetta er orsøkin til, at borgarstjórin heitir á fólk, sum sita køld, um at fara til støð, har streymur og hiti eru.

 

Vitalij Klitsjko skrivar á Telegram, at aggregat nú syrgja fyri, at streymur er aftur á sjúkrahúsum og føðistovum, men kortini lýsir hann støðuna í býnum sum kritiska.

 

Í nátt framdi Russland ógvuslig álop á ukrainska høvuðsstaðin og fleiri aðrar býir í Ukraina.

 

Ukrainar vilja vera við, at russar eisini brúktu eina stóra hypersoniska rakett í álopunum.

 

Í Kyiv lótu í minsta lagi fýra fólk lív, og út við 20 vórðu særd, og millum tey særdu vóru eisini heilsustarvsfólk.

 

Lesið eisini - 

 

Eisini streymloysi í Russlandi https://www.in.fo/news-detail/halv-million-husarhald-liggja-i-streymloysi-i-russlandi