- Eg vænti, at nógv virksemi fer at verða á hotellinum, sum nú eisini er dagført, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Myndina eigur Hotel Vágar

Borgarstjóri stórar vónir um hotellið

- Eg vænti, at simulatorurin hjá Atlantsflogi, sum verður ein hin mest framkomni í heiminum, fer at draga nógv fólk ymsastaðni úr heiminum til Sørvágs, sigur Eyð Ellingsgaard.

- Eg vænti, at nógv virksemi fer at verða á hotellinum, sum nú eisini er dagført, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Myndina eigur Hotel Vágar

Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, heldur, at tað er ein spennandi tíð, sum liggur fyri framman, nú Hotel Vágar hevur fingið nýggjar eigarar.

 

- Eg vænti, at nógv virksemi fer at verða á hotellinum, sum nú eisini er dagført.

 

Hon vísir á, at umframt, at Atlantsflog, sum nú eigur og rekur Hotel Vágar, skjótt fær simulatorin, er eisini væntandi, at nógv útlendsk ferðandi og føroyingar, sum ferðast í egnum landi, fara at vitja á hotellinum.

 

Eyð Ellingsgaard væntar, at simulatorurin hjá Atlantsflogi, sum verður ein hin mest framkomni í heiminum, fer at draga nógv fólk ymsastaðni úr heiminum til Sørvágs.

 

- Hesi fólk skulu eisini hava onkustaðni at búgva, meðan tey eru her, og her eigur Hotel Vágar at verið ein fantastiskur møguleiki.

 

Vága Floghavn og Atlantsflog er stór arbeiðspláss, men í Sørvágs kommunu er eisini nógv skapandi virksemi og ymiskt tænastuvirksemi.

 

- Her er alifelagið Hiddenfjord, og her er smiðjan hjá Henriksen-monnunum, umframt annað virksemi og ringvirkningar, sum hesar vinnur skapa í økinum.

 

Eyð Ellingsgaard leggur aftrat, at í Sørvági er eisini handilsvinna, matstovuvinna, og her er ymisk entreprenørvinna, handverksvinna og ferðavinna. 

 

##med2##

 

 

- Eg vænti, at nógv virksemi fer at verða á hotellinum, sum nú eisini er dagført, sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Myndina eigur Hotel Vágar

Eyð Ellingsgaard er borgarstjóri í Sørvágs kommunu. Mynd: Álvur Haraldsen.