Borgarstjórin: Okkara arbeiði er nóg gott

- Vit hava havt eina kvalifiseraða viðgerð av umstøðunum á flogvøllinum, sigur borgarstjórin í Sørvági, nú Brunaumsjónin finst at brunatrygdini í Vága Floghavn

Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, tvíheldur um, at kommunualu myndugleikarnir og leiðslan á Vága Floghavn hava gjørt eitt kvalifiserað arbeiði í sambandi við, at nýggi terminalurin skuldi hava nýtsluloyvi.

- Eg kann bara fyrihalda meg til, at vit hava havt ein kvalifiseraðan viðgera, sum hevur sagt, at her er alt í lagi, og út frá tí hava vit útskrivað nýtsluloyvi, sigur Sune Jacobsen við Rás2 í dag.

Brunaumsjónin hevur í morgun alment funnist harðliga at mannagongdini í sambandi við, at Vága Floghavn hevur fingið nýtsluloyvi til nýggja terminalin. Brunaumsjónin heldur, at fólkatrygdin á flogvøllinum er í vanda.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðu við borgarstjóran í Sørvágs kommunu.