Í dag klokkan 13 varð skipað fyri móttøku undir Bryggjubakka í Havn, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti grabban í gamla felagshúsið hjá Tórshavnar Bátafelag.
Løtan byrjaði við kaffi og køkum á bryggjuni, og síðan fóru Heðin Mortensen og formaðurin í Tórshavnar Bátafelag, Kartni Olsen, upp á balkongina í bátafelagshúsinum at siga nøkur orð, áðrenn niðurtøkan av bygninginum byrjaði.
Kartni Olsen var hin fyrri, sum tók orðið. Hann segði, at hølini undir Bryggjubakka hava verið hugnalig, men tey eru ikki tíðarhóskandi.
- Umframt at felagið er væl stuðlað við sínari bygging - í fyrsta lagi av Tórshavnar kommunu og síðan av eitt nú oljufeløgum og trygggingarfelag, hevur bryggjudansurin, sum vit hava havt undir Bryggjubakka, verið eitt sera gott íkast.
Kartni Olsen fegnaðist um góða samstarvið, sum Tórshavnar Bátafelag hevur við býráðið og Tórshavnar havn, og hann fegnaðist um allan tann stuðul, sum felagið hevur fingið.
Tað er Gunnar Hoydal, sum hevur teknað snotuliga bátafelagshúsið, og tað verður Búsetur, sum kemur at taka sær av byggingini.
Eftir røðuna hjá formanninum í Tórshavnar Bátafelag, segði hann við in.fo, at húsið væntandi kemur at kosta einar 5 miljónir krónur, og sambært byggiætlanini stendur nýggja felagshúsið liðugt í seinnu helvt av mars mánaði næsta ár.
- Limunum í felagnum er álagt at arbeiða ókeypis fyri 600.000 krónur, legði Kartni Olsen aftrat.
Eftir at bátafelagsformaðurin hevði havt sína røðu, segði borgarstjórin, Heðin Mortensen, eisini nøkur orð.
Hann fegnaðist um dagin og løtuna, nú gongd kemur á byggingina av nýggja felagshúsinum.
- Tórshavnar Bátafelag hevur havt stóran týdning fyri umhvørvið í Vágsbotni, og vit ivast onga løtu í, at nýggja felagshúsið verður til gleði fyri mong.
Borgarstjórin ynskti Tórshavnar Bátafelag tillukku við byggingini, og hann ynskti eisini Búsetur góða eydnu við byggiarbeiðnum.
Eftir at røður vóru hildnar, setti Heðin Mortensen seg í stóru beltamaskinuna, og væl hjálptur av kønum fólki reiv hann fyrsta partin av bygninginum.
Borgarstjórin tóktist hugtikin av slíkum arbeiði, tí áðrenn hann fór úr aftur maskinuni, hevði hann við stóra grabbanum rivið fleiri ferðir í gamla bygningin og skrætt timbur av honum.
Síggið fleiri myndir úr myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER