Borgarstjórin sigur so mangt

Áhugavert er at hoyra borgarstjóran í Havn mestum  ganga í seg sjálvan í málinum um bingjuhavnina frammanfyri Skansan . Nú tosar hann brádliga um, hvussu neyðugt tað er at kunna flyta seg í politikki.

 

Hetta er sami maður, sum higartil við stálhandskum og háðanarorðum hevur heilsað hvørji einastu meining, ið hevur vikið frá hansara egnu.

 

Hetta kundi líkst eini flyting og eini undanhoping í einum stórum álvarsmáli, ið hevur fingið sinnini á kók, nú komið er til skarpskeringar. Vit í Tjóðveldi fegnast um gongdina, tí vit hava, sum tey einastu í Tórshavnar býráð, víst á tey stóru ivamál, sum eru við byggiætlanini.

 

Men vit hava eisini sæð og hoyrt formannin í vinnunevndini lagt í vaðið meir enn einaferð og hildið rimmarfast um sínar byggiætlanir,  sama hvørjar próvgrundir hava verið førdar fram ímóti. Og menn á Vaglinum hava heldur ikki spart krútið at leggja onnur undir at vilja Havnini ilt.

 

Um tann nýkomna støðan er tekin um, at rivur eru um at koma í samarbeiðið millum javnaðarflokkin og hansara borgarligu hjáflokkar á Vaglinum, er ilt at siga, men kanska stendur á har, nú størsta og dýrasta  projektið hjá samgonguni er um at fara fyri bakka. 

 

Formaðurin í vinnunevndini heldur ið hvussu so er framvegis uppá, at ætlanin, sum fyriliggur, er tann einasta og besta.

 

Tí kunnu seinastu útsagnirnar hjá borgarstjóranum  eisini merkja nakað heilt annað. Vit hava í seinastuni hoyrt um tann tríbítta javnaðarflokkin á løgtingi, á fólkatingi og í Tórshavnar býráð, sum javnan upptraðka sum sjálvstøðugar deildir í flokkinum uttan serligt samsvar.

 

Nú sóu vit tveir á skíggjanum hóskvøldið, og í hesum valtíðum er ikki við síðuna av at spyrja, um tann seinasta útsøgnin hjá javnaðarbossinum á Vaglinum fríggjadagin er íkomin fyri at hjálpa hinum báðum floksdeildunum at fáa mann valdan á fólkating.

 

Tað er púra greitt, at skandaluætlanirnar á Skansaboðunum hava elvt til stórt trýst á javnaðarflokkin. Tí ræður nú um hjá teimum at fáa trýstið av ketlunum, so atkvøður ikki fara annan veg.

 

Tá so valið er av, kann tátturin at húðflongja bæði hampafólk og myndugleikar takast uppaftur. Vit vita jú øll somul, at borgarstjórin í Havn kann bólta rút upp á standandi fót.

Og hann  sigur so mangt. 

 

Jógvan Arge,

varaborgarstjóri úr Tjóðveldi