Borgarstjórin small deyður í føvningin á kongi

Fyrsta kongsvitjanin í Føroyum gjørdist ein sorgarløta, tá Andreas Christian Lützen, borgarstjóri í Havn, small deyður í føvningin á kongi undir vælkomurøðuni á nýggju Kongabrúnni, sum varð bygd til móttøkuna

Fyrsta kongsvitjanin í Føroyum gjørdist ein sorgarløta, tá Andreas Christian Lützen, borgarstjóri í Havn, small deyður í føvningin á kongi undir vælkomurøðuni á nýggju Kongabrúnni í Havn, sum varð bygd til móttøkuna

 

Nú kongalig vitjan er, so líta vit aftur um bak til fyrstu kongsvitjan í Føroyum nakrantíð:

 

Dagurin er 25. juli í 1874. Havnin er øll á gosi, tí á fysta sinni kemur kongur á vitjan. Tað var Kristian 9. kongur og sonurin, Valdemar prinsur, sum vóru á veg á Havnina hendan summarmorgun. Teir vóru á veg til Íslands at hátíðarhalda, at 1.000 ár vóru liðin síðani landnámið í Íslandi í 874.

 

Anna Evensen, kona Jens Christian Evensen, sum um hetta mundið var prestur á Viðareiði, og sum seinni var Føroya próstur, var dóttir A. C. Lützen. Hon var í Havn hendan dagin, og hon skrivar um tað í endurminnningum sínum, sum eru skrivaðar í 1925. Anna Evensen greiðir soleiðis frá:

 

– Kongstrúgvu havnarfólkini høvdu glett seg almikið til kongsvitjanina. Maður mín og eg vóru farin til Havnar fyri at síggja alla stákanina. Pápi, sum var kongstrúgvur maður, var ógvuliga hugtikin at vitjanini, sum stóð fyri framman. Tað var tikið sum sjálvsagt, at pápi, sum lærarin í Havn og sum formaður í sóknarstýrinum, skuldi halda móttøkurøðuna fyri kongi. Men tá hann ikki var serliga væl fyri, hann hevði andaneyð, bar han seg undan. Men tað var alsamt gingið á hann, og tá Finsen amtmaður at enda heitti á hann um at halda røðuna, so mátti hann geva seg.

 

Umsíðir upprann 25. juli. Havnin hevði gjørt alt sum gerast kundi fyri at kongsmóttøkan kundi gerast so hátíðarlig, sum til bar. Gjørd var ein nýggj og kostnaðarmikil atløgubryggja við heiðursportri. Fløggini vóru vundin í húnarhátt, og uppi á Skansanum vóru vakin eygu hildin við kongaskipinum.

 

Um middagsleitið kom »Fregattin Jylland« við kongi. Og í tí sama var ein hópur av bátum kring »Jylland«. Hvør bátur við átta monnum, eini 40 tilsamans. Men tað vóru ikki havnarmenn, tí havnarfólk vildu taka ímóti kongi við nýggju atløgubryggjuna.


Kongur fór niður í kongasjaluppina og varð rógvin inn eftir vágni, við øllum bátunum kring seg, og av Skansanum varð skotið kongasalut við teimum gomlu kanónunum.

 

Sovíst var hetta ein hátíðardagur!

 

Tá vit hoyrdu rópini heima við hús uppi á Reyni, at »nú kemur kongaskipið«, fór pápi at skelva.

 

– Tað er ikki fjáltur komin á tygum, pápi, spurdi eg. Tú ert so vanur við at halda røðu...

 

– Tað er ikki so at halda røðu fyri kongi sínum, segði pápi fjálturstungin. Hann ristist so illa á hondunum, at hann valla fekk sett sær mansjettkapparnar í.

 

Umsíðir vóru vit liðug og fóru oman á nýggju Kongabrúnna, har røðan skuldi haldast.

 

Pápi fann sær pláss frammanfyri – maður mín og eg stóðu aftanfyri. Mamma var farin inn í eini hús fyri betur at síggja. (Helst er hon farin inn í barnaheim sítt, Baianstovu, sum vóru hús, sum stóðu dygst við sandin – tað vil siga niðan fyri har, sum Café Nátúr er í dag, red).

 

Kongasjaluppin kom siglandi inn eftir vágni ímóti brúnnið. Fólk veittraðu við lummaklútum og róptu »hurrá, hurrá« í tað óendaliga.

 

Umsíðir steig kongur á land, og pápi fór undir vælkomurøðuna.

 

Pápi var ógvuliga rørdur, meðan hann talaði. Røddin gjørdist veikari og veikari. Eg veit ikki, um hann náddi at gera seg lidnan við røðuna, men rørslurnar hóttu við at vinna á honum.

 

Kongur tók tá ráðsnarur í hondina á pápa og takkaði honum fyri vøkru røðuna. Pápi bendi seg framyvir, eg helt, at tað var fyri kongi, men so var tað ein ungur maður, sum saman við manni mínum, tók í pápa, sum brádliga sakk saman. Vit hildu, at hann var dánaður, og hann var borin inn í eini hús (helst í nærmastu hús, sum vóru Bainstova, har svágur hansara búði tá, red).

 

Kongur og Valdemar prinsur fylgdu við, og boð vórðu send eftir mammu um at koma, tí pápi var svímaður. Tveir læknar komu straks, men har var einki at gera. Pápi var deyður av hjartaslag.

 

– Hann doyði við kongsins hond í sínari. Og tað var tann vakrasti deyði, hann kundi fáa. Pápi helt so nógv av kongi og kongshúskinum.

 

Kongur var sum vera man rørdur um deyða pápa, og hann royndi beinanvegin at lynna vanlukkuna. Hann spurdi, um tað sótu óhjálpin børn eftir, og segði, at hann vildi rinda fyri jarðarferðina.

 

Eingin óhjálpin børn sótu eftir pápa. Men mamma hevði onga pensjón. Kongur beyð sær til – úr egnum lumma – at rinda mammu 400 um árið – eg minnist ikki, um tað vóru ríkisdálar ella krónur. Men talan var um nógvar pengar tá, og ein stór hjálp hjá mammu, sum fekk pengarnar, so leingi hon livdi. (Her kunnu vit skoyta uppí, at krónan avloysti ríkisdálan sum gjaldoyra 1. januar í 1875. So talan hevur verið um ríksidálar. 1 ríkisdáli varð tá vekslaður til 2 krónur. So pensjónin hjá Evu Margretu Lützen hevur verið 800 krónur um árið, um Anna Evensen mintist rætt – ljóðar tó í so nógv, red.)

 

Maður mín talaði við jarðarferðina hjá pápa, og tað hevði ongantíð fyrr verið so stór jarðarferð í Havn áður.

 

Eftir jarðarferðina fóru maður mín og eg heimaftur til Viðareiðis.

 

Seinni reistu vinir og kenningar ein vakran gravstein á grøvina hjá pápa. Mamma flutti heim til beiggja mín, Jakob Lützen, og búði har til hon doyði.

 

– Ak ja, tað var ein syrgiligur endi á eini kongsmóttøku, sum vit øll høvdu glett okkum so nógv til.

 

Seinni var ein stórur minnissteinur restur sum minni yvir kongsvitjanina (Kongaminnið, red).

 

Í 1879 doyði mamma. Tað vardi so leingi, áðrenn vit fingu boðini, at eg náddi ikki at koma til jarðarferðina. Men vit børnini keyptu í Keypmannahavn ein stóran stein, sama slag sum tann sum stóð á grøvini hjá pápa, og settu hann á grøvina hjá mammu.