Borgarstjórin vígdi Mary og Brand í Nebo á Toftum

Mary og Brandur gjørdust tey fyrstu, sum borgarstjórin vígdi, eftir at Nes kommuna herfyri tók við býarheitinum.

Leygardagin hin 18. mars varð søga skrivað í Nes kommunu.

 

Hetta hendi, tá Súni í Hjøllum, borgarstjóri, á fyrsta sinni brúkti vígslumynduleikan við at víga Mary G. Jensdóttir Olsen og Brand Berg.

 

Vígslan fór fram í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.

 

Sostatt gjørdust Mary og Brandur tey fyrstu, sum borgarstjórin vígdi, eftir at kommunan herfyri tók við býarheitinum.

 

- Vit ynskja brúðarparinum alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini, siga tey í Nes kommunu.

 

##med2##

 

Mary og Brandur vórðu vígd í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.