RENNING
Tá tær ymsu kappingarnar í renning eru, síggjast ofta tey somu andlitini aftur. Men hesa ferð var ein broyting hjá kvinnunum, tí tá avtornaði, var tað ein spildurnýggjur rennari, sum endaði fremst av øllum.
– Eg havi einki at samanbera við, tí hetta er fyrstu ferð, eg renni eitt hálvt maraton. Og tá eg var við í flaggdagsrenningini fyri einari viku síðani, var tað fyrstu ferð nakrantíð, at eg var við í einari kapping, sigur Borgny Mohr Nielsen, sum enntá vann kappingina leygardagin rættiliga sannførandi.
– Tað eru ikki meira enn tvey ár síðani, at eg byrjaði at renna, so hetta er alt spildurnýtt fyri mær. Eg skuldi bara gjøgnumføra tað, og eg hevði ikki droymt um, at eg skuldi standa sum vinnari her. Tað var ta einu ferðina, tá eg fekk mær vatn, at onkur segði við meg, at eg tá var fremst av kvinnunum, so eg visti ikki eingong av tí sjálv.
Næstfremsti rennarin var Ann Thomsen, sum hevur runnið í fleiri ár, men hon var kortini væl nøgd við úrslitið og renningina.
– Eg hevði mína bestu tíð nakrantíð, so tað var fínasta slag. Men tað var nokk so torført at renna í dag, tí mótvindurin var so nógvur. Tað var ræðuliga tungt at renna heimaftur hvørja ferð, men tíbetur var tað deiliga slætt at renna, sigur silvurvinnarin leygardagin.