Borifelag letur upp skrivstovu í Havn

Nú tað nærkast 4. boringini á føroyska landgrunninum er aftur við at koma røringur í her á klettunum. Stóra norska felagið Fred Olsen, sum eigur fleiri boripallar og skip, letur 1. juni upp skrivstovu í Havn. Felagið eigur boriskipið Bedford Dolphin, sum skal bora brunnin fyri Agip og Føroya Kolvetni. Boringin er sett at byrja umleið 15. juni.

Olja




Seinastu tíðina hava lýsingar verið á síggja í bløðunum, har skipaagenturin hjá borifelagnum, Tor Shipping, hevur søkt eftir húsum og fólki at manna skrivstovuna. Hetta skilst er alt komið uppá pláss. Eitt av heimsins mest framkomnu boriskipum Bedford Dolphin setti herfyri kósina móti Føroyum. Tað hevur arbeitt í Brasilia og kom herfyri til Las Palmas. Haðani fer tað so í næstum við kós móti føroyska landgrunninum at bora ein brunn fyri Agip.

Hjá Tor Shipping í Havn hava tey havt úr at gera seinastu tíðina, nú tey fingu litið upp í hendi at taka sær av arbeiðsuppgávum fyri Dolphin Drilling. Tað er Ninna Vatnhamar, sum hevur staðið fyri hesi spennandi men eisini krevjandi uppgávuni, tí altjóða oljuvinnan setir stór krøv til dygd og støði í tí hon tekst við.

Lýst hevur verið eftir trimum íbúðum/húsum til at hýsa starsvfólkunum hjá Dolpin Drilling, sum Fred Olsen eigur umframt skrivstovu og manning til skrivstovuna. Frá Tor Shipping frætta vit, at nógv hava svarað uppá lýsingarnar og hava tey fingið leigað trý hús í Havn fyri rímuligan pening. Uppá fyrispurning um tað er ein sera høg leiga, sum er orsøkin til, at fólk vilja lata hús síni leiga út bara í eina avmarkaða tíð sigur Ninna Vatnhamar, at tað er tað ikki. ?Útlendska felagið setir stór krøv til góðar og vælhildnar íbúðir og rindar eina leigu, sum tað heldur er rímulig. Talan er um eitt leigumál frá hálvum mai til oktober.

Til skrivstovu hevur felagið leigað ovaru hæddinina í bygninginum, har sethúsasølan millum Kissa og Føroya Banka heldur til, í Tórsgøtu 16. Sett er eitt skrivstovufólk og eitt fólk at taka sær av reingerð.

Fólkini, sum koma henda vegin at taka sær av uppgávunum hjá Dolphin Drilling, eru ein boristjóri, eitt roknskaparfólk og eitt fólk aftrat, sum hevur við logistik at gera. Øll hava tey hjúnaðarfelagan við.

Ætlanin er, at boriskipið Bedford Dolphin skal koma á Nólsoyarfjørð umleið 1. juni. Hetta kann tó broytast. Tá verður skipið klarerað tvs. tollarar, løgregla, umboð fyri agentin oo. fara umborð. Skipið kemur ikki til kei í Havn, tí tað stingur alt ov djúpt. Tað stingur 18,5 metrar og er annars 205 metrar langt. Tað er uppá 40.362 bruttoregistartons.

Bora 15. juni
Tað er torført at fáa nakra viðmerking frá Agip til komandi boring annað enn, at boribyrjan er sett til 15. juni. Men sum skilst er tað ikki enn heilt greitt, hvørji feløg og fyritøkur koma at taka sær av uppgávum við tilknýti til boringina. Tað stendur greitt, at Atlantic Supply Base í Runavík verður oljuútgerðarhavnin í hesi boring eins og hon hevur verið tað í øllum hinum trimum boringunum. Men ógreitt er, um tað verður Atlantsflog ella okkurt útlendskt felag, sum fer at taka sær av loftflutninginum í sambandi við boringina. Eisini er ógreitt í hvønn mun fyritøka her á landi fer at standa fyri at lata matvørur og annað í hesum sambandi. Tá hinir brunnarnir vórðu boraðir var tað Eurest Føroyar, sum hevði hesa uppgávuna.

Annars eru oljufeløgini, sum hava loyvi at leita, bundin til at brúka føroyskar vørur og tænastur um hesar eru kappingarførar. Sosialurin skilur, at onkur av føroysku fyritøkunum eru rættiliga ørkymlað, nú tey einki hava frætt og so stutt er til boristart. Eitt nú hevur Atlantsflog boðið uppá flúgvingina, men hóast tað bert er ein mánaði til at borað verður, so hevur fyritøkan enn einki endaligt svar fingið. Magni Arge, stjóri vil ikki gera nakra viðmerking í løtuni men váttar, at teir bíða eftir at frætta frá Agip. Hann dylur tó ikki fyri, at tíðin er knøpp at fáa alt uppá pláss, um teir ikki skjótt fáa eitt svar.

Í gjár var tekniskur fundur í Oljumálastýrinum. Umboð fyri Agip løgdu fram sínar ætlanir. Alex Buvik, sum skal tryggja, at alt er í lagi, áðrenn oljufeløgini fara undir at bora, sigur, alt hevur gingið eftir bókini og leggja teir nú síðstu hond á fyrireikingarnar. Umboð fyri Oljumálastýrið, Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, løgregluna oo. fara í næstu viku til Las Palmas at hyggja eftir boriskipinum og tryggja sær, at alt er, sum tað skal har umborð, soleiðis at skipið lýkur føroyskar og altjóða reglur, tá tað kemur í føroyskan sjógv og skal seta borin í.

Boristaðið hjá Agip er stutt frá markinum. Prospektið borað verður eftir eitur Marimas. Samlaða arbeiðið er mett at taka einar 2-3 mánaðir.