Boris Došljak til FK Arsenal

Fyrrverandi spælarin hjá KÍ, Boris Došljak, verður nú aftur at síggja í heimlandinum

Mynd: (Boris Došljak/Facebook)

Boris Došljak, sum seinastu fýra árini hevur spælt við KÍ, verður nú at síggja aftur í Montenegro, har hann skal spæla við FK Arsenal Tivat í næstbestu deildini.

 

Tað ljóðaði annars, at tað var áhugi fyri honum í øðrum føroyskum feløgum, men tað er so ikki blivið til nakað. Hann hevur verið settur í samband við feløg sum 07 Vestur, EB/Streymur og ÍF, og helst eisini øðrum.

 

Boris Došljak hevur tey fýra árini hann hevur spælt við KÍ vunnið tvey FM. Hann hevur í fleiri førum verið ein breiddarspælari, sum hevur verið góður at heita á. Okkurt ári hevur leikluturin verið størri enn okkurt annað ár.

 

##med2##

 

Mynd: (Boris Došljak/Facebook)