Boris Johnson aftur pápi

Tá CNN fyrr í heyst spurdi forsætisráðharran, um hann eigur seks børn, var svarið "ja".

 

Bretski forsætisráðharrin, 57 ára gamli, Boris Johnson, er aftur blivin pápi. Hesaferð hevur kona hansara, 33 ára gamla, Carrie Johnson, føtt eina dóttir. 

 

Tað upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum, og tað er eitt nú tíðindastovan NTB, sum ber tíðindini.

 

- Tað var ein frísk genta, sum varð fødd á sjúkrahúsi í London fyrr í dag, og bæði móðir og dóttir hava tað gott, verður lagt aftrat.

 

Hetta er næsta barnið hjá hjúnunum, sum tey eiga saman. Tey eiga eisini sonin, Wilfred, sum er eitt ára gamal. Boris Johnson og Carrie Johnson gingu saman í hjúnalag í mai mánaði í ár.

 

Sagt verður um Boris Johnson, at hann áður hevur sagt lítið um síni familjuviðuskifti. Soleiðis hevur hann heldur ikki viljað sagt, hvussu mong børn hann frammanundan eigur.

 

- Tá CNN í september spurdi hann, um hann eigur seks børn, var svarið "ja", veit NTB at siga í dag.