Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, og fleiri stjórnarlimir hansara hava fingið forboð ímót at koma til Russlands.
Tað er svar uppá, at London hevur sett revsitiltøk í verk ímóti Russlandi vegna álopið á Ukraina.
– Hetta stig er tikið sum svar upp á ótamdu kunningarherferðina hjá London fyri at isolera Russland altjóða og fáa skapt treytir, sum skulu avmarka land okkara og kvala landsins búskap, stendur í boðunum frá russiska uttanríkisráðnum í Moskva.
Umframt Boris Johnson snýr innferðarbannið eisini varaforsætisráðharran Dominic Raab, uttanríkisráðfrúuna Liz Truss, verjumálaráðharran Ben Wallace, fyrrverandi forsætisráðfrúnna Theresu May og fyrsturáðfrúnna í Skotlandi, Nicola Sturgeon.
Í russisku boðunum verða bretar lagdir undir »fíggindaligar gerðir, sum eru uttan fordømi«. Víst verður serliga til tiltøkini, sum hava rakt russisk embætisfólk og russarar við tilknýti til Kreml.
– Bretska leiðslan ger støðuna kring Ukraina verri við vilja, og tey pumpa deyðilig vápn til Kyiv-leiðsluna, meðan tey samskipa gerðirnar saman við Nato.
Bretska stjórnin setti síðst í mars tiltøk í verk ímóti 59 russiskum feløgunum afturat teirra millum Alrosa. Tað er heimsins størsti gimsteinahandlari. Hartil verða seks bankar og eitt felag, sum framleiðir dronur, skrivar blaðið The Guardian.
Poline Kovaleva verður eisini rakt av tiltøkunum. Hon er stjúkdóttir russiska uttanríkisráðharran, Sergej Lavrov. Tað ljóðar, at hon eigur eitt hús í London, sum er vert fýra milliónir pund. Tað svarar til slakar 36 milliónir krónur.
Tey verða rakt, tí tey sambært bretska uttanríkisráðfrúnni, Liz Truss, hava standa russiska forsetanum, Vladimir Putin, nær. Hon heldur tí eisini, at tey hava eina medábyrgd fyri russisku innrásini í Ukraina.
Talið av russiskum persónum og virkjum, sum verða rakt av bretsku tiltøkunu undir krígnum í Ukraina, er oman fyri 1.000.
London hevur notoriskt verið ein býur, har ríkir russarar eru fluttir til og hava keypt nøkur av dýrastu húsum í býnum. Tað hevur verið gjørt í so stóran mun, at bretski høvuðsstaðurin í fleiri ár hevur havt eyknevnið Londongrad.
/ritzau/AFP