Boris Johnson í eyðmýkjandi ósigri

Bretsku Liberalu Demokratarnir vunnu ein sannførandi sigur í valdømi, sum vanliga er konservativur

Boris Johnson hevði ikki givið tí gætur, at valdømi Chesham og Amersham skuldi fara til Sarah Green úr Liberalu Demokratunum

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, var fyri einum eyðmýkjandi ósigri, eftir at Konservativi flokkur hansara tapti eitt umval í útjaðaranu av London til Liberalu Demokratarnar – bert fáa kilometrar frá valdøminum hjá Boris Johnson sjálvum.

 

Síðani valdømi Chesham and Amersham var stovnað í 1974, hevur Konservativi flokkurin vunnið hvørjaferð. Altíð við yvir 50 prosentum av atkvøðunum.

 

Men á umvalinum í gjár rakti Konservativi flokkurin músin – og á ein hátt, sum kann volda Boris Johnson trupulleikar.

 

Sarah Green úr proevropiska liberala flokkinum hevur tryggjað sær lant oman fyri 21.000 atkvøður ímóti 13.500 atkvøðum til konservativa valevnið, Peter Fleet. Tað vísir uppteljingin í dag.

 

– Tað er hart og harmiligt, sigur konservativi varainnanríkisráðharrin, Kit Malthouse, við Sky News.

 

Valserfrøðingar vísa á, at Boris Johnsen í sínum ágrýtni at vinna norðrara partin av Onglandi frá Labor við brexit, hevur gloymt nakrar siðbundnar veljara í sínum egna nærumhvørvi. Tey meta ikki longur politikkin hjá Boris Johnson sum eina gávu.

 

/ritzau/Reuters

 

Boris Johnson hevði ikki givið tí gætur, at valdømi Chesham og Amersham skuldi fara til Sarah Green úr Liberalu Demokratunum