Áðrenn boritoymini fóru í feriu miðskeiðis í seinastu viku, vóru í alt sprongdir 26 metrar. Í alt eru nú sprongdir 6.180 metrar, av 11.250 metrum í Eysturoyartunlinum.
Hvítanes: Í seinastu viku vóru 12 metrar sprongdir av sjálvum tunlinum, umframt at arbeiði at spreingja næsta pumpibrunnin helt á. Í alt eru nú sprongdir 2.957 metrar. Hesa vikuna verða umleið 500 metrar av vegabreytini gjørdir. Tá hetta er gjørt, eru umleið 2.600 metrar av vegabreytini inni í tunlinum gjørdir.
Rundkoyring- Hvítanes: Í seinastu viku vóru sprongdir 4 metrar.
Har eru íalt sprongdir 905 metrar.
Rundkoyring –Rókin: Í seinastu viku vóru sprongdir 10 metrar. Har eru í alt sprongdir 693 metrar.
Umframt arbeiði, sum fer fram í sjálvum tunlinum, verður harumframt arbeitt við vegagerð uttanfyri tunnilsmunnarnar á Hvítanesi og við Rókina.