Bóru skjótt at og fingu sløkt eldin

Tað var lítil og eingin skaði tá ið eldur kom í ein hús í Nólsoy í gjár

Beint fyri klokkan fimm í gjár, varð ringt til løgregluna úr Nólsoy at boða frá, at  eldur var í einum júsum. Fólk var inni, tá ið tað hendi, og tey varnaðust eldin beinanvegin, og tí gekk tað so skjótt at boða frá.

 

Løgreglan sendi boð eftir sløkkiliðnum í Nólsoy og tey bóru ógvulia skjótt at, so tað gingu bara nakrir fáir minuttir, so ringdi sløkkiliðið aftur til løgregluna at boða frá, at tamarhald var á støðuni og at eldurin var sløktur.

 

Løgreglan sigur, at eldurin var kyknaður í eini eldós, har skammlop hevði verið í, men av tí, at hann varð sløktur beinanvegin, er skaðin eisini ógvuliga avmarkaður.