Bót fyri at rætta løgregluni longutong

Løgreglan var nógv úti um seg síðstu nátt, men tað var illfýsið veður og sostatt ikki nógv fólk í býnum.

 

Løgreglan er í løtuni í holt við eitt miðvíst átak ímóti harðskapi og tað ber í sær, at løgreglan er sjónlig um næturnar á støðum í bygd og í bý, har nógv fólk savnast at fyribyrgja, at harðskapur tekur seg upp.

 

Men tað var so keðiligt veður í nátt, at fá fólk vóru á gøtuni, tí tá ið dansistøð og náttklubbar lótu aftur, skundaðu tey allarflestu sær undir tak.

 

Men onkur varð gangandi eftir og ein av teimum kundu ikki bara sær, men rætti løgreglufólkunum longutong og tað fær hann nú nakrar hundrað krónur í bót fyri, tí tað er brot á politiviðtøkurnar.

 

Annars varð løgreglan eisini úti við ferðmátarunum í nátt og tað kostaði einum bilførara klipp í koyrikortið fyri at koyra 107 kilometrar um tíman í Norðskálatunlinum og nakrir bilførarar afturat fingu bót.

 

Í nátt stjólu tveir blaðungir dreingir tvey prutl úr einum handli, sum seldi prutl og nakað seinni stjólu teir eitt prutl afturat við eini privathús.

 

Men teir vórðu tiknir og prutlini komu aftur í aftur og tað málið gongur nú sína gongd.