Ein persónur varð í gjár skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar. Tað var á Countryfestivalinum í Sørvági, at ein persónur tilvita stoytti øl á ein annan persón. Tilburðurin varð meldaður til løgregluna. Av tí at tann sum stoyttið ølið var undir 18 ár, so verður eisini ein frágreiðing skrivað til sosialu myndugleikarnar.
Eitt sindur seinni gjárnáttina var tað ein annar persónur á festivalinum, sum rætti løgregluni longutong, og tað fekk hann eisini bót fyri brot á skilhaldsreglurnar fyri.
Beint áðrenn klokkan 11 í gjáramorgunin var ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring í miðøkinum. Har varð blóðroynd tikin, og síðani varð viðkomandi leyslatin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.