At tað sjáldan er lætt at vera uppflytari, má FC Suðuroy sanna, nú landskappingin fer um helvtina og liðið er aftast av teimum 10 í Vodafonedeildini. Gamaní byrjaði FC Suðuroy væl og fekk stig í trimum av teimum fýra fyrstu dystunum, men síðani hevur ikki hilnast væl.
Í níggju teimum síðstu dystunum eru bara tvey stig fingin til høldar, og tað er fremsta orsøkin til botnplássið. At glottar eru fyri framman, fekk liðið tó eina ábending um fyri viku síðani, tá tað eydnaðist at fáa javnleik á Toftum.
Dysturin hesa ferð er stevnudystur á Jóansøku, og í annaðkvøld er tað triðniðasta liðið, ið vitjar á Vágseiði. B71 byrjaði ikki ov væl, men hevur í síðstu dystunum vunnið tvær ferðir á heimavølli og spælt eina ferð javnt á útivølli, og tað eru úrslit, ið hava munað.
Júst hesi sjey stigini hava í veruleikanum lyft sandoyarliðið úr niðurflytingarvandanum fyribils, tí samstundis hevur staðið púra fast hjá niðaru liðunum. Tí ræður um hjá B71 at fáa minst eitt stig burtur úr hesum dystinum, so frástøða framvegis kann vera til niðaru liðini.
Hinvegin er kravið til FC Suðuroy, at liðið vinnur henda heimadystin, tí tað er júst ímóti liðum sum B71, at suðuroyingarnir fyrst og fremst skulu fáa stigini, skulu teir gera sær nakrar vónir um at sleppa úr botninum.