Tað verður ikki spælt í Sørvági og á Argjum ídag.
Orsøkin er, at tað er ov nógvur vindur at spæla fótbólt.
EB/Streymur er í Sørvági, har 07 Vestur er vertur.
Dómari í Sørvági er Alex Troleis. Hann hevur fyri lítlari løtu síðani gjørt av, at avlýsa dystin.
-Tað eru ikki líkindi at spæla fótbólt, tí vindurin er ov nógvur, sigur dómarin Alex Troleis við Hera Simonsen á FM1.
Róin Schrøder er formaður í kappingarnevndini hjá FSF:
-Veðrið má sær ráða, og tað er upp til dómararnar at gera av, um tað eru líkindi at spæla ella ikki. Í hesum førinum skilji eg, at dómararnir í Sørvági og á Argjum hava tikið avgerð um, at tað ikki eru líkindi. Nú fara vit at tosa um viðurskiftini, og so finna vit útav, nær dystirnir verða spældir. Men tað er greitt, at dystirnir í Sørvági og á Argjum fara at verða spældir um somu tíð, tá ið teir hava stóran týdning í stríðnum um niðurflyting, sigur Róin Schrøder.
Á Argjum er útsynningur ringasta ætt, og nógvi vindurin í dag ber við sær, at Lars Múller hevur tikið avgerð um at avlýsa dystin millum AB og Skála.
Tað verður roknað at vera sannlíkt, at dystirnir verða spældir seinnapartin týsdagin, tá ið veðrið sær út til at fara at skikka sær betri, enn tað ger í dag, og tað fer at gera í morgin.