Botnfinala í Klaksvík

KÍ og 07 Vestur hava alt árið verið í tungum sjógvi, og við trimum dystum eftir at spæla um, er kravið hjá báðum pørtum treytaleyst. Men tað tykist ikki nerva Petur Mohr, venjara hjá KÍ.

- Vit vita akkurát, hvar vit flóta. Mikukvøldið vístu vit eisini, at vit hava funnið útav, hvat skal til, og hjá okkum er einki annað at gera, enn at vinna dystin. So mugu vit síggja, hvussu leikur fer aðrastaðni, sigur Petur Mohr, sum stendur á odda fyri bjargingarroyndini hjá KÍ.

KÍ tóktist annars over and out eftir lúsingin í Fuglafirði seinasta leygardag, men arbeiðssigurin á Toftum kveikti aftur vónina, og venjarin dylur ikki fyri, at lagið í hópinum nú er væl betri.

- Vit eru sjálvandi væl fyri eftir dystin mikukvøldið. Hinvegin eru vit framvegis greiðir yvir, hvør støðan er, og so arbeiða vit út frá tí, sigur venjarin.

 

Og úr Vágum eru boðini júst tey somu.

- Allir dystir eru sjálvandi eins á tann hátt, at teir eru truplir, men teir kunnu vinnast. Men tað er eingin ivi um, at vit skulu vinna hesaferð. Gera vit ikki tað, so er tað farvæl til fremstu deildina, so tað er eingin ivi um, hvørjum vit fara eftir. Hinvegin er tað eisini støðan hjá teimum, so vit vita, hvussu trupult tað verður, sigur Tór-Ingar Akselsen, sum er ein av lyklaspælarunum hjá vágamonnum.