Botngysari í Klaksvík

Klaksvíkingar hava róð tungan sjógv í ár. Seinastu fýra dystirnir eru taptir, og hóast KÍ í tveimum av hesum hevur spælt við einum manni í yvirtali, hava klaksvíkingar einki mál skotið í hesum dystunum.

Støðan í botninum er longu um at verða akutt, og við fimm stigum upp til niðurflytingarstrikuna hevur KÍ ikki ráð til nakað annað enn ein sigur, nú 07 Vestur kemur á vitjan.

Uppflytararnir liggja eisini undir strikuni, men við fimm stigum er støðan hjá teimum nakað hugaligari, og kunnu teir tí lyfta seg upp um strikuna, vinna teir dystin í dag.

 

Aðra staðni eru eisini áhugaverdar uppgerðir. Í Havn dystast nummar tvey og trý, tá NSÍ vitjar hjá B36. Í Gøtu vitjar B68 hjá Víkingi, HB vitjar í Fuglafirði og á Argjum tekur AB móti EB/Streymi.

 

Fýra av dystunum byrja klokkan 15, og fylgir Kringvarpið við í, hvussu gongur í hesum. Dysturin á Argjum byrjar klokkan 17, og er beinleiðis frásøgn frá hesum dystinum partur av 3. hálvleiki á Rás2.