Botnurin bleiv eitt opið stríð millum trý feløg eftir síðstu umfar, tá B68 hølvaði VB/Sumba av á Toftum, og ÍF vann á B36 í Fuglafirði. Nú er aftur botngysari á skránni, tá botnproppurin ÍF vitjar í Vági. Vinnur ÍF henda dystin, so fara teir framvið VB/Sumba á stigatalvuni.
Bjarni Johansen, hjálparvenjari hjá VB/Sumba sigur, at stórtapið á Toftum skal vaskast burtur, og at hetta vónandi fer at ganga út yvir ÍF.
- Vit vóru fyri einum lemjandi tapi á Toftum síðsta vikuskiftið, sum førdi við sær, at bæði ÍF og B68 nú eru í hølunum á okkum. Nú hava vit aftur møguleika at sleppa frá teimum, og hetta ætla vit at gera okkum dælt av ímóti ÍF. Kravið er heilt einkult. Vit skulu vinna á ÍF sunnudagin.
Tað verður tó uttan verjuleikaran Dmitry Jankovic, sum fekk reyða kortið á Toftum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bartal burturstaddur
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hjá ÍF kemur tað illa við, at verjukempan, Bartal Eliasen, ikki verður við í Vági. Hann er burturstaddur, og tískil má ÍF vera hann fyriuttan í týdningarmikla botndystinum í Vági. Men ikki nokk við tí. Christian Solberg, sum ÍF fekk frá VB/Sumba í summarsteðginum, hevur brotið nøsina, meðan Áki Petersen hevur ein skaða í lærinum at dragast við. Teir báðir vera heldur ikki við í Vági. Harafturat er offensivi serbiski miðvallarleikarin, Nenad Saric, ivasamur, tí hann fekk ein skaða í fótliðin móti GÍ mikudagin.
Símin Eliasen, hjálparvenjari hjá ÍF, ásannar, at hetta eru týdningarmiklir leikarar at missa hjá ÍF.
- Bæði Bartal og Solberg hava verið týðandi leikarar hjá okkum síðstu dystirnar, og tí er ringt at vera teir fyriuttan. Nenad hevur eisini vera sera góður styrkur, síðani hann kom í summarsteðginum, og tí vóna vit at fáa hann kláran til dystin sunnudagin. Málið hjá okkum er púra greitt. Sjálvt um vit spæla uttan fleiri av okkara týdningarmiklu leikarum, so ætla vit suður til Vágs eftir øllum trimum stigunum, tí hetta er tað einasta vit kunnu brúka í stríðnum fyri at yvirliva í bestu deildini.