Botnlið við framtíð

Hóast mansliðið hjá TB enn einki stig hevur fingið í Eik-liguni í vetur, er lítið at ivast í, at hetta kanska er tað av øllum mansliðunum, ið ta bjartastu framtíðina, tí allir spælararnir uttan tveir hava enn unglingaaldur – og TB hevur enntá tvey unglingalið

Onkur vildi kanska sagt, at teir báðir dystirnir hjá TB í bestu mansdeildini um vikuskiftið vóru »business as ususal«, tí liðið tapti báðar. Tað verður sum so eisini undirstrikað av stigatalvuni, ið ongantíð lýgur, tí sambært hana hevur TB einki stig fingið burtur úr sínum 16 dystum higartil, og í settmuninum er eitt undirskot upp á 46, tí TB bara hevur vunnið tvey sett allar hesar dystirnar.
Men onkursvegna var tað um vikuskiftið ikki heilt, sum tað plagar, tí teir ungu menninir á TB-liðnum spældu nógv fleiri dystir enn hini liðini í Eik-liguni gjørdu. Teir hava nevniliga næstan allir aldur til unglingadeildina, tí bara tveir eru eldri enn tað, og umframt at spæla tveir dystir í Eik-liguni, spældu teir eisini fleiri dystir fríggjakvøldið, tá teir vóru við í Dráttur-kappingini fyri tey yngru.
Skráin var nokk so trong, tí ikki fyrr enn klokkan trý korter til tólv fríggjakvøldið vóru TB-ararnir lidnir við unglingakappingina, har tað endaði við, at teirra A-lið bleiv nummar eitt og B-liðið nummar tvey. So væl stendur altso til við góðum, ungum spælarum á liðnum av Tvøroyri. At støðan er merkisverd, varð kanska ikki minni undirstrikað av, at ÍF og Mjølnir noyddust at hava eitt felagslið fyri at vera við í kappingini!

Høvdu harða skrá
Otto Gram, ið er hjálparvenjari hjá Suna Petersen í Eik-liguni, tók sær av øðrum unglingaliðnum í Dráttur-kappingini, og Suni tók sær av hinum. Og Otto greiðir soleiðis frá strævna vikuskiftinum:
– Vit vóru fríggjakvøldið við í kappingini við teimum báðum unglingaliðunum, ið vunnu gull og silvur, og tá vit vóru lidnir stutt fyri midnátt, fóru vit til Leynar at gista. Men longu á miðdegi leygardagin spældu hesir somu ungu menninir í Eik-liguni ímóti Mjølnir í Klaksvík, og aftur sunnudagin vóru teir í dysti, tá Fleyr vitjaði í Trongisvági, sigur Otto.
– At vit tóku av, tá okkum stóð í boði at koma upp í bestu mansdeildina, hóast manningin hjá okkum var øgiliga ung, hava vit ikki iðrað okkum um. Sjálvandi kann tað vera so sum so við motiveringini viðhvørt, tá vit bara tapa og tapa, men hetta eru alt spælarar, ið elska flogbólt, so teir taka gleðiliga við læru alla tíðina. Og vit hava eisini upplivað framstig, hóast vit ongantíð hava verið av aftasta plássinum.

Seta sær smærri mál
Sunnudagin, tá TB spældi heimadyst ímóti Fleyr, stóð enntá so illa til, at venjarin, Suni Petersen, sjálvur mátti spæla hevari. Patrik Johannesen, ið bara er 17 ára gamal, hevur spælt sum hevari, men er skaddur, so tí noyddist 38 ára gamli venjarin at rætta liðnum eina hjálpandi hond.
– Umframt Patrik, so situr eisini einasti landsliðsspælarin hjá okkum, Arthur Djurhuus, uttanfyri við skaða í løtuni, so vit noyðast at klára okkum við tí, sum vit hava. Men teir ungu menninir skulu eiga, at teir eru hugagóðir og geva ikki upp, hóast úrslitini lata bíða eftir sær, sigur Otto Gram.
– Teir brýnast, mennast og búnast av at spæla í bestu deildini, hóast tað kann vera nokk so hart viðhvørt. Men vit royna at seta nøkur deilmál, so vit ikki leggja ov nógv trýst á okkum sjálvar, og menninir duga eisini at gleðast um tað, tá tað gongst væl í einum setti – fyri ikki um at tala, um tað eydnast at vinna eitt sett.
Hvussu verður næsta ár, er ikki greitt enn, men um hugt verður longur fram, man lítið vera at ivast í, at TB-liðið, ið hevur allar hesar ungu menninar og ein 21 ára gamlan sum tann elsta, hevur framtíðina fyri sær og kanska verður tað, hini sleppa at renna aftaná um nøkur ár…