Botnuppgerð í Gundadali

Klokkan hálvgum fimm seinnapartin taka teir næstbestu í B36 ímóti teimum næstbestu í KÍ. Talan er um botnuppgerð. Eftir átta umfør er samlaða úrtøkan hjá B36, sum er aftast, trý stig, og hjá KÍ, sum er næstaftast, er hon seks stig.

Hvussu næstbestu liðini eru fyri valdast nógv um, hvussu tað stendur til við skaðum og leikbannum á besta liðnum.

Hjá B36 stendur væl til við fólki í Formula deildini. Tí er alt fólkið á næstbesta liðnum tókt. Ábyrgdarmaður fyri næstbesta B36 liðnum er Dánial Jákup Joensen, sum í fjør hevði ábyrgdina av KÍ liðnum. Tað er møguleiki fyri, at Kurt Mørkøre, sum allir klaksvíkingar kenna og halda av, fer at vera í B36 álopinum.

Í Klaksvík stendur ikki so væl til við fólki. Fýra av føstu Formula spælarunum eru leikbannaðir ella skaddir. Tað ber við sær, at onkrir av stuðulsspælarunum á næstbesta liðnum ikki fara at spæla við í dag ella bara fara at spæla ein hálvleik í dag.